Sangari við góðum ummælum í skjáttuni kemur á Summar Festival.
Íslendski singer/songwriter Guðmundur R kemur á Summar Festivalin at framføra.
Guðmundur R er tónleikari úr Neskaupstaði í Íslandi. Hann hevur útgivið tvær plátur, sum hava fingið sera góð ummæli í íslendskum miðlum. Onkur av sangunum hava verið á íslendska hitlistanum og hava verið nógv spældir í útvarpi.
Tónleikurin hjá Guðmundur R fær íblástur úr áttati árunum og bólkum sum The Cure, The Smiths og Echo and the Bunneymen.
Nú kemur Guðmundur R fyri fyrstu ferð til Føroya at framføra. Bólkurin Coney Island Babies spælir saman við Guðmundur R, sum verður at hoyra í stóra Tjaldinum, har hann fer at spæla íslendskar sangir av seinastu útgávu sínari, »Túsund ár«.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald