2018-08-09 12:17
Seinnapartin verður litrík skrúðgonga í Klaksvík
Í dag byrjar fimtandi Summar Festivalurin, og lagt verður fyri við lívligari og litríkari skrúðgongu.
Klokkan 14:30 fer karnevalgonga úr Klaksvíksgarðinum og heim í ítróttarhøllirnar, har Silvalandið heldur til. Bubu og Silvi vera á odda fyri skrúðgonguni, og eisini fara fólk og bamsur at seta lív í.
Tá ið skrúðgongan er komin fram til ítróttarhøllirnar, letur Silvaland upp. Silvaland er fyri børn og familjur, ið eru á Summar Festivali, og bjóðar aktivitetir, stuttleika, undirhald og framførslur.
Silvaland hevur opið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin frá kl. 15.00 til 20.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald