Mentan

Summar Festivalurin á Sona

...

2019-07-31 13:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Summar Festivalurin og Sona hava gjørt samstarvsavtalu um, at Sona verður appin, har ið Summar Festival-gestir kunnu fylgja beinleiðis við, hvat hendir á festivalinum.

Í døgunum 8. til 10. august verður Summar Festivalurin í Klaksvík, og aftur í ár fara hittini at hittast á pallunum á Vágsbø, í Tjaldinum og á Torginum. Summar Festivalurin er eyðkendur sum eitt væl fyriskipað tónleikatiltak, og í ár fara fyriskipararnir at leggja serligan dent á góða kunning, sum skal vera løtt atkomilig á einum palli á netinum.

Hesum skal appin Sona skipa fyri á ársins festivali, tí Summar Festivalurin og Sona fara í ár at samstarva um kunningarátøkini, soleiðis at tónleikaskrá, týdningarmikil kunning og annað verður tøkt á Sona appini upp undir og meðan øll syngja við í Klaksvík.

Á undanfarnum Summar Festivalum hevur tílík kunning verið tøk á Summar Festival-appini, men í ár Summar Festivalurin at brúka Sona ístaðinfyri, tí appin hóskar væl til endamálið. Umframt skrá og kunning vera eisini spennandi kappingar á appini.

Tað var á vári í 2018, at Føroya Tele menti Sona, og higartil hava yvir 21.000 fólk tikið appina niður á snildfonina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder