Mentan

Súkklubreytir stuðla undir betri fólkaheilsu

...

2019-07-10 11:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

LV skrivar:

SAMFERÐSLU??TLAN: Føroyar hava góðar møguleikar at vera við til at fremja heimsmál nummar trý hjá ST við at stuðla undir eitt rørsluvinarligt undirstøðukervi. Í framhaldinum av Samferðsluætlan 2018-2030 verður mælt til, at 10 milliónir krónur verða játtaðar árliga til at betra um súkklumøguleikarnar í Føroyum.

Eitt av teimum 17 heimsmálunum hjá ST snýr seg um góða heilsu og vælveru, og at øll fólk í øllum aldri og øllum londum skulu tryggjast eina góða heilsu. Ein sunnur og góður háttur at flyta seg er at súkkla, og hóast fordómar mótvegis súkkling og gongd í Føroyum onkuntíð eru at hoyra, eru møguleikarnir hesum viðvíkjandi væl betri, enn tey flestu munnu hava gjørt sær far um.

Um vit ikki velja at síggja veðurlagið og brekkurnar sum forðingar, kunnu Føroyar gerast eitt serstakliga hugtakandi og dámligt land at ferðast á við súkklu. Hetta hevur Landsverk havt á breddanum áður, men hesir møguleikar eru vorðnir meira viðkomandi enn nakrantíð, tí súkkling virkar fyri rættari flytføri, betri heilsu og reinari umhvørvi.

Í árligu nøgdsemiskanningunum hjá Visit Faroe Islands spyrja alsamt fleiri ferðafólk eftir súkklumøguleikum. Millum annað súkklubreytum og í sambandi við útleigan av súkklum.

Gongu- og súkklugøtur eru eisini ein øðrvísi háttur hjá ferðafólki at uppliva Føroyar, og møguligt er at gera leiðirnar so langar, at heildagstúrar koma burturúr. Gøturnar eru tá settar saman av serligum gongu- og súkklugøtum og við landsvegum, har ferðslan er lítil.

Landsverk leggur tí upp til at útbyggja eitt súkklukervi, har møguleikar verða skaptir at ferðast á annan hátt enn við brennievnisakfari.

Súkklukervið eigur at vera ein partur av heildarmyndini og samanbundið við aðrar gøtur og leiðir. Í framhaldinum av Samferðsluætlan 2018-2030 verður mælt til, at samstarv verður skipað millum Landsverk, kommunur og aðrar viðkomandi partar, soleiðis at ein samanhangandi súkkluætlan kann fremjast í verki.

Landsverk mælir til, at 10 milliónir krónur verða játtaðar árliga til at betra um súkklumøguleikarnar. Peningurin kann vera ein pulja, har til ber at lata stuðul til verkætlanir, sum land og kommunur gera í felag, og eisini í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, ferðaskrivstovur og aðrar viðkomandi partar.

Framhaldið av Samferðsluætlan 2018-2030 kann takast niður í pdf-útgávu áHER.

Eisini er ein serlig undirsíða her á www.landsverk.fo gjørd til Samferðsluæltan 2018-2030 og kann takast niðurHER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder