Stuðul úr Jólamerkjagrunninum
Jólamerkjagrunnurin letur stuðul á hvørjum ári til tiltøk til frama fyri børn og ung. Í fjør varð stuðul latin fyri í alt 290.000 kr.
Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Hvørja ferð tú keypir jólamerki, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til samfelagsgagnligar verkætlanir fyri børn og ung. Freistin at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum er 31. oktober 2021.
Stuðul til Barnabata og LGBT+
Í fjør varð stuðul latin til Barnabata og LGBT áljóðandi í alt kr. 290.000.
Barnabati veitir fíggjarligan stuðul til føroyskar barnafamiljur í samband við jól og føðingardagar umframt stuðul til frítíðarítriv. Jólamerkjagrunnurin handaði í 2020 Barnabata kr. 200.000 til jólahjálpina, sum fór beinleiðis til føroysk børn í fátækraváða.
-Tað kann vera torført at fáa endarnar at røkka saman upp til jóla. Tí vóru vit serstakliga glað um stuðulin frá Jólamerkjagrunninum, sum var við til at stuðla næstan 600 føroyskum børnum, so tey kundu fáa eini góð jól, og at børnini eins og teirra javnaldrar fingu gávur um høgtíðina, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.
Jólamerkjagrunnurin veitti í 2020 LBGT+ 90.000 kr. til verkætlanir til at betra um sálarheilsuna hjá ungum føroyskum LGBT???arum. Stuðulin var oyramerktur til miðvíst at arbeiða við sjálvhjálpsbólkum í LGBT høpi.
-Vit vóru takksom fyri stuðulin. Tað er tørvur á sjálvhjálpsbólkum, og stuðulin frá jólamerkjagrunninum hevur hjálpt okkum at seta teir á stovn og byrja tað arbeiði, sigurAnnika S. Vang, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar.
---
Ynskir tú at stuðla Jólamerkjagrunninum og harvið lata pening til samfelagsgagnlig endamál, kanst tú keypa jólamerkini á Posta ella á stamps.fo frá 4. november 2021.Í ár hevur Harriet Olafsdóttir tikið myndir til jólamerkini, og kostar arkið kr. 30,-.
Søk stuðul
Vilt tú søkja stuðul til tiltøk ella verkætlanir til frama fyri børn og ung, so kanst tú lesa meira á Posta.fo. Freistin at søkja er 31. oktober 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald