Alt bendir á, at tað verður spenningur í luftini á aðalfundinum hjá Starvmannafelagnum, sum verður hin 7. mars í Smæruni.
Gunnar Hjelm, varaleiðari á ambulansutænastuni, bjóðar seg fram til formanssessin. Hitt valevnið er Súni Selfoss, sum hevur verið formaður í Starvsmannafelagnum seinastu 4 árini. Freistin at bjóða seg fram sum formansvalevni var úti á midnátt í gjárkvøldi.
Gunnar Hjelm er 55 ára gamal og býr í Havn. Hann er varaleiðari á ambulansutænastuni á Landssjúkrahúsinum og hevur fyrr verið álitismaður og felags álitismaður í Danmark.
Súni Selfoss er eisini 55 ára ára gamal og býr í Sørvági. Hann hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2000, tey seinastu 4 árini sum formaður. Súni Selfoss hevur starvast sum útvapsteknikari og savnsvørður í Kringvarpi Føroya.
Tað skulu eisini veljast tveir nevndarlimir á aðalfundinum 7. mars. Freistin at stilla upp til nevndarvalið er 1. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald