Mentan

Streetart og bókmentakvøld á Vesturskin í dag

...

2018-08-27 13:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mentanarvikan Vesturskin hevur nú verið í gongd síðani fríggjadagin, og sigast má at undirtøkan hevur verið sera góð. Nógv fólk hevur møtt upp til tey ymisku tiltøkini, og longu eru fleiri tiltøk í vikuni útseld.

Í dag verður millum annað ???Streetart verkstova??? í gomlu bilsmiðjugrundini í Sandavági. Listamaðurin Bárður DC leiðir verkstovuna. Í dag fara luttakararnir at skitsera linjur upp á veggin. Í morgin verður litur settur á. Báðar verkstovurnar vera klokkan 17. Spennandi verður at síggja hvat kemur burturúr. Les meir um tiltakiðher

Í kvøld verður bókmentatiltakið ???Kvinnur reisa kamparnar??? á bókasavninum í Sørvági klokkan 19.30. Bára Svabo Persson fer at hava samrøðu við Sólruna Michelsen um nýggja stuttsøgusavnið ???Morgunfrúa???.Bókaklubbin 'Vágagellur' geva 10 góð ráð um lesing.Marna Jacobsen hugleiðir um at 100 ár eru liðin síðan fyrsta kvinna varð vald í eitt kommunustýri í Føroyum, og um fyrstu kvinnur í kommunustýrunum í Vágum. Birita Poulsen framførir nøkur løg.Les meir um tiltakiðher

Hesi og fleiri onnur tiltøk í dag. Sí skránnaher

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder