Blaðið hjá Strandferðsluni, ???Fólk á ferð???, er útkomið á fjórða sinni. Hesaferð snýr stórur partur av tilfarinum seg um tað, sum kom fram í fyrilestrum í sambandi við 100 ára haldið hjá Strandferðsluni í SALT í mai.
Greinir eru um 100 ára haldið sjálvt, um uppgávuna hjá Strandferðsluni at røkja sambandið til smæstu plássini í Føroyum, um broytt búsetingarmynstur farnu øldina, um umstøðurnar at búgva á útoyggj og um vaksandi ferðavinnuna.
Eisini er grein í blaðnum um frágreiðingina, sum Knud E. Hansen gjørdi um støðuna hjá strandfaraskipunum. Fleiri skip mugu endurnýggjast, staðfestir frágreiðingin.
Halda Juul Olsen úr Rituvík hevur í mong ár havt busskoyring sum lívsstarv. Hon starvast nú sum samskipari hjá HK bussum, ið røkja fleiri bygdaleiðir. Samrøða er við Haldu í blaðnum.
Eisini verður í blaðnum staðfest, at Galaxy royndist eftir umstøðunum væl, tá grikska ferjan fyrr í ár avloysti Smyril í 23 dagar.
"Fólk á ferð" nr. 4 fæst í bussum, á skipum og á farstøðum. Blaðið er 40 síður. Undanfarnu bløðini hava verið 32 síður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald