2018-01-23 13:52

Verður tað, sum Strandferðslan ætlar, fara nólsoyingar og onnur ferðandi at koma til læstar dyr á havnarlagnum í Nólsoy. Orsøkin er, at Strandferðslan vil ikki rinda fyri bíðirúmið á kaiini, har Ternan leggur at.
Hetta er púra óskiljandi. Tað er ein landsuppgáva at røkja siglingina. Og tað er eisini ein landsuppgáva at hava góðar umstøður til ferðandi, áðrenn tey fara umborð á skipið.
Strandferðslan hevur sagt avtaluna upp við Tórshavnar havn. Árliga leigan hevur verið 16.000 krónur. Vit standa spyrjandi, hví hetta ikki kann halda fram. Svarið hjá Strandferðsluni er, at avtalan er søgd upp. Hetta er eru smápengar, men tað gagnar og hevur týdning fyri bygdarfólkið. Tí undrar tað meg stórliga, at henda avgerðin er tikin.
Seinastu árini er ferðafólkatalið á Nólsoyarleiðini økt oman fyri 40 prosent. Fólk hava verið glað fyri tilboðið at kunna bíða innandura eftir Ternuni. Serliga summarhálvuna eru nógv ferðandi, sum ikki hava nakað staðni at fara inn. Tí er hetta eitt stórt afturstig fyri øll ferðandi, sum ikki kenna seg vælkomnan, tá ið tey einki ordiligt stað hava at bíða eftir bátinum.
Nú nógv fleiri fólk vitja úti í Nólsoy, sæst tað aftur í inntøkunum, sum standast av at reka farleiðina um Nólsoyarfjørð. Tí er tað púra burturvið, at Strandferðslan brúkar inntøkur frá Nólsoyarleiðini til útreiðslur á øðrum stað. Landsmyndugleikarnir áttu sjálvandi at brúkt peningin á staðnum. Og teir áttu heldur at sett meira inn og gjørt umstøðurnar betri.
Tí má eg tala at, nú Strandferðslan snarar lykilin um í bíðirúminum í Nólsoy. Og eg fari at heita á landsstýrismannin um at gera tað einasta rætta - halt fram við avtaluni.
Bogi Andreasen
form. í vinnunevndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald