
Í samband við at vit hava ment nýggju Hey haldini, fáa allir verandi og komandi Hey kundar nú upp til 300GB til alla familjuna at nýta púra ókeypis.
Allir Hey kundar og Ver kundar, ið flyta til nýggju Hey haldini áðrenn 31.07.2018, fáa eina stovningargávu heilt upp til 300GB, ið øll familjan kann deilast um at brúka.
Gávan veldst um hvat hald tú teknar tær. Størri hald, størri gáva.
1GB hald gevur 100GB í gávu
5GB hald gevur 150GB í gávu
15GB hald gevur 200GB í gávu
30GB hald gevur 250GB í gávu
50GB hald gevur 300GB í gávu.
Hesi gigabeitini eru "familjudata" ið allir familjulimir, ið eru knýttir at sama haldi, brúka av.
Stovningargávan er galdandi til 01.01.2019, og treytað av at kundar ikki niðurstiga haldið hjá sær.
Kundar, ið longu hava skrásett seg fyri nýggju Hey haldunum, fáa sjálvandi eisini gávuna sjálvvirkandi.
Hey er einasti veitarin á føroyska marknaðinum sum bjóðar datarull, har kundin kann taka óbrúkt data við inn í næsta mánað. Hey hevur sett sær fyri at vera skapandi kraftin á føroyska telemarknaðinum, og komandi tíðina koma vit við enn fleiri nýskapandi funkum og tænastum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald