JN

Stovnari av SKYPE lendi í Vágum fyrrapartin

...

2013-12-31 17:32 Author image
placeholder

Kl 11.01 fyrrapartin lendi eitt G-LEAX - Cessna Citation XLS flogfar í Vágum. Tað er óvanligt at flogfør koma nýggjársaftan, men soleiðis var ikki í dag.

Tað var eingin minni enn stovnarin av SKYPE Janus Friis, sum kom við familju, her tey skulu halda nýggjársaftan, men longu í morgin er ætlanin at fara avstað aftur.

SKYPE varð selt í 2011 til Microsoft fyri 8,5 milliardir dollarar.

Unnusta hansara hevur røtur úr Føroyum, omman var úr Vestmanna og abbin var ættaður úr Sørvági. 

Fleiri skyldfólk vóru á flogvøllinum og heilsaðu uppá gestirnar.

Myndamaður okkara var eisini við fototólinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder