2016-10-27 16:01
Stórur pallborðsfundur um endurnýtslu og føroyska tilfeingi verður í Skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 30.okt. kl. 16.
Spurningurin er: Ístaðin fyri at brenna ella tyrva virðismikið tilfeingi, hvussu kunnu vit í Tórshavnar kommunu endurnýta meir og á tann hátt, leingja livitíðina av okkara virðismikla tilfeingi?
Lagt er upp til undirhald, framløgur og heitt gevandi kjak millum valevnini, sum skal lýsa kommunalar møguleikar og loysnir. Hvør í sær, skula valevnini sannføra fundarfólkið um, hvagar umhvørvisatkvøðan er best givin.
Aslaug Gisladóttir Umhvørvisleiðari á IRF heldur framløga umRingbúskap(cirkulær økonomi), sum er ein háttur at nýhugsa nýtslu og framleiðslu á ein umhvørvisligan og handilsliga burðardyggan hátt, og er eitt móttrák móti ráðandi ???nýt og koyr burtur??? mentalitetinum.
Umboð frá Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag Martin á Fløghamri hevur eitt innlegg.
Umframt tónleik frá Jens Marna verður framsýning av lutum og vørum, ið vanliga ella ofta verða koyrdar burtur.
At kjakast við pallborðið verða valevni frá øllum flokkum, ið stilla upp í Tórshavnar Kommunu. Tey eru: Bjørg Dam Javnaðarflokkurin, Birita Arge Framsókn, Marin Katrina Frýdal Tjóðveldi, Ingi Mittún Sambandsflokkurin og Vivie Kirke Davidsen Fólkaflokkurin. Fundarstjóri verður Elin Mortensen.
Tað er Bjørg Dam sum skipar fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald