So hendi tað umsíðir. Klokkan 15.28 gelti fyrsta skotið inni í Dalinum sunnan fyri Hvalba einar 700 metrar frá, har munnin til nýggja Hvalbiartunnilin er staðsettur. Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær niðan móti tunnilsmunnanum, har hátíðarløtan í sambandi, at skjøtil nú av álvara er settur á nýggju farleiðina millum Hvalba og Trongisvág, fór fram seinnapartin. Eisini nýttu nógv høvið at fylgja við fram við Kolavegnum omanfyri.
Tvøroyrar Hornorkestur setti dám á løtuna, áðrenn Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin, og segði millum annað:
- Á Landsverki fegnast vit sjálvandi um, at ein nýggjur tunnil nú verður bygdur og kann avloysa elsta tunnilin í landinum, sum er frá 1963. Vit vita øll, at hesin tunnilin leingi hevur verið ótíðarhóskandi til ta ferðslu og virksemi, sum er her í økinum, og vit kunnu tí bert fegnast um, at semja er um at fáa hendan nýggja tunnilin gjørdan nú, segði Árant Andriasson.
Borgarstjórin í Hvalba var sum vera man fegin um, at tað nú er komið hartil, at veruliga tunnilsarbeiðið fer í gongd.
- Hóast tað liggja óteljandi virðir í gamla tunlinum ígjøgnum nógv ár, mugu vit ásanna, at bæði fólk, vinnulív og oyggin annars hava fyri neyðina at fáa ein nýggjan tunnil, segði Janus Thomsen.
Fer at styrkja samstarvið
Starvsfelagin hinumegin fjallið, borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, vísti eisini á, at talan er um ein stóran dag fyri oynna.
- Sambandið og samstarvið millum kommunurnar báðar er bæði tætt og gott, og nú verður tað enn betri. Tað er upp á tíðina, at vit fáa ein nýggjan tunnil og eisini sleppa undan Kolavegnum, segði Kristin Michelsen.
Síðani fekk landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, orðið.
- Tá táverandi løgmaður, Petur Mohr Dam, beint fyri nýggjár í 1962 lat seinasta skotið av í Hvalbiartunlinum, var fyrsti tunnilin í Føroyum veruleiki. Hetta var stórt tá, men í dag mugu vit ásanna, at tann ovurstóra menningin, ið síðani hevur verið á øllum økjum, langt síðani hevur yvirhálað verandi tunnil, segði landsstýrismaðurin í samferðslumálum.
Landsstýrismaðurn trýsti á knøttin
Heðin Mortensen var eisini tann, ið fekk æruna at trýsta á knøttin og harvið lata av fyrsta skotið fyri nýggja Hvalbiartunlinum.
Langa frástøðan til tunnilsmunnan gjørdi, at skotið sást væl fyrr, enn tað hoyrdist oman til mannamúgvuna, har fagnaðurin sjálvandi var stórur.
Síðani gekk leiðin oman í Roynhøllina, har Landsverk borðreiddi við pinnamati, smyrjibreyði, té og kaffi. Hvalbiarsangurin varð sungin við harmonikuundirspæli, og síðani nýtti stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, høvið at greiða eitt sindur frá verkætlanini. Hann segði seg vóna, at fólk fóru at vísa forstáilsi fyri arbeiðinum, men lovaði at gera alt fyri, at hetta fór at órógva minst møguligt.
- Umleið 40 fólk koma at arbeiða við verkætlanini, so tað kann ikki forðast fyri, at hetta fer at merkjast. Eg fari tí at nýta høvið at bjóða øllum, sum hava áhuga fyri tunnilsarbeiðinum, at koma út í skúrarnar at tosa við okkara fólk, so vit fáa eitt gott samstarv, meðan arbeiðið fer fram. Tað er altíð best at tosa saman, tá okkurt stingur seg upp, vísti stjórin í Articon á.
Eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður, var komin suður í sambandi við hátíðarløtuna.
- Alt tað eg minnist í politikki, hevur verið tosað um at fáa hendan tunnilin gjørdan. Tað er tí av fegnast um, at arbeiðið nú er byrjað, tí hetta hevur sera stóran týdning fyri bæði fólk og vinnulív her á staðnum, segði løgmaður, ið nýtti høvið at ynskja bæði Articon og Landsverki góða eydnu við verkætlanini.
Enn eru ikki allar maskinur, sum skulu brúkast til arbeiðið, komnar til landið. Tær koma í august, og tá byrjar bori- og spreingiarbeiðið av álvara. Eftir ætlan skal nýggi Hvalbiartunnilin vera liðugur í seinasta lagi á heysti 2021.
Fakta
- um nýggjan Hvalbiartunnil
Longdin á tunlinum verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin hvalbiarmegin er 2,3 kilometrar, og trongisvágsmegin 0,9 kilometrar. Tunnilsmunnin hvalbiarmegin fer at liggja í 80 metra hædd samanborið við verandi tunnilsmunna, ið liggur á 150 metra hædd. Trongisvágsmegin liggur verandi tunnilsmunni á 230 metra hædd, meðan tann nýggi fer at leggja á 100 metrar uppi. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku, prístalsjavning og annað.
Mentan
Stórur dagur í Hvalba
...
2019-06-27 19:09
Landsverk: Hátíðardámurin og frøðin yvir, at tað umsíðir er komið so mikið langt, at nýggjur Hvalbiartunnil er í eygsjón, var ikki til at fara skeivur av millum tey mongu fólkini, sum høvdu leitað sær niðan í dalin nærhendis tunnilsmunnanum hvalbiarmegin, har fyrsta skotið varð latið av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald