Tó at Krígssavnið er stongt fyri vitjandi í løtuni, tykist áhugin fyri savninum vera stórur. Tað sást á aðalfundinum, sum var hildin í Marghøllini í Sørvágs Skúla í gjárkvøldið. Uppmøtingin var góð samanborin við seinastu árini, og fólk vóru eisini komin aðrastaðni frá í landinum.
Í nevndini stóðu Fróði Poulsen, Marna Jacobsen og Dánjal Poulsen fyri vali hesaferð, og tey vórðu øll afturvald. Eisini tiltakslimirnir Poul Arni Jacobsen og Petur Elias Nielsen vóru afturvaldir.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, og er hon óbroytt. Karl Jóhan Nielsen er formaður, Dánjal Poulsen er næstformaður og hevur ábyrgdina fyri skráseting av innkomnum lutum, Marna Jacobsen er skrivari, Fróði Poulsen peningarøkil, og Klæmint Weihe nevndarlimur. Poul Arni Jacobsen og Petur Elias Nielsen eru tiltakslimir. Leiðarin á Vága Kunningarstov á flogvøllinum ??? Visit Vágar ??? er føddur limur í nevndini, tó uttan atkvøðurætt. Sølvi Símonarson er leiðari á Kunningarstovuni
Karl Jóhan Nielsen, formaður, kunnaði í síni frágreiðing um gongdina síðani seinasta aðalfund og útlitini frameftir.
Í mai í fjør hevði nevndin gjørt av at leggja ætlanirnar um at byggja eina høll við síðuna av SOR-bygninginum á hillina ??? í øllum førum fyribils. Í staðin verður orkan løgd í at seta verandi bygningar í góðan stand, og afturat teimum skulu tvær barakkir eisini setast upp.
At kalla alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið, og tað gongur væl. Formaðurin legði tó dent á, at allar kreftir, sum høvdu hug at hjálpa til og taka eina hond í, vóru meira enn vælkomnar.
Í oktober gjørdi nevndin av at steingja Krígssavnið fyribils. Hetta tí eigarin av bygninginum í Miðvági, har savnið helt til, fór undir so umfatandi umvælingar av bygninginum, at hol varð sett á veggin, og allir savnslutirnir í skundi máttu pakkast niður og verjast fyri dusti, veðri og vindi.
Nevndin helt tað vera skilabest ikki at lata savnið upp aftur, fyrr enn klárt er at flyta inn í grøna SOR-bygningin við flogvøllin.
Miðað verðir ímóti, at Krígssavnið kann flyta inn í tann lægra partin av SOR-bygninginum og lata upp har longu 1. mai í ár.
Fíggjarliga sær eisini hampuligt út hjá Krígssavninum.
Vága Kommuna og Sørvágs Kommuna hava játtað 1,2 milliónir krónur ??? 600.000 krónur í part ??? í íløgustuðli til umvælingar- og útbyggingararbeiðið, umframt at tær hava økt árliga rakstrarstuðulin úr tilsamans 85.000 krónrum upp í 100.000 krónur.
Krígssavnið hevur eisini fingið stuðul frá nøkrum vinnufyritøkum.
Í sambandi við fíggjarlógarsamráðingar millum samgonguna og Magna Laksáfoss var játtanin til Krígssavnið økt við 100.000 krónum vegna økt virksemi.
--
MYND NEVNDIN:
Nevndin í Krígssavninum. ??r vinstru eru tað Sølvi Símonarson, Visit Vágar, Karl Jóhan Nielsen, formaður, Poul Arni Jacobsen, tiltakaslimur, Fróði Poulsen, peningarøkil, Marna Jacobsen, skrivari, Dánjal Poulsen, næstformaður, Petur Elias Nielsen, tiltakslimur, og Klæmint Weihe, nevndarlimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald