Vinna

Stóru vinnararnir gjørdust kvotabarónar úr Vestmanna

...

2018-08-15 07:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nordlysid.fo skrivar: Vestmenningar, sum fyri fáum árum síðan seldu fimm skip við loyvum til Klasvíkar, fingu í gjár nýggjar kvotur frá landsstýrinum púra ókeypis.

Í gjár vóru nógv umrøddu økiskvoturnar útlutaðar av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og ein gjøgnumgond av feløgunum, vísir at landsstýrismaðurin hevur luta teimum, sum eru vornir rík av at selja veiðurættindi, stóran part av menningarkvotunum.

Fyri fáum árum síðan seldu vestmenningar fimm skip við veiðuloyvum norður til Klaksvíkar fyri 120 milliónir krónur. Teir seldu eisini onnur loyvi til aðrar aktørar og gjørdust við hesum sølum sera rík, les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder