Mentan

Størstur er kærleikin ??? framhald

...

2016-08-27 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ímynda tær at verða ein teirra, sum ígjøgnum portrini ganga inn í ríki Guds. Millum tey sælu, sum fáa atgongd til náðiríku trónu Hansara. At verða millum teirra, sum verða Jesusi lík og síggja Hann, sum Hann er. Og hugsa tær, at tað var møguligt at seta einglunum í ríki Guds hendan spurning: ???Sigi mær, hvussu høgt elskar Gud heimin???? Eg veit hvat einglarnir í tí himmalska ríkinum høvdu svarað mær.

???So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.???

Hvør tann, sum lesur um Gud í Bíbliu okkara, gerst meir og meir tilvitaður um Sonin, at alt snýr seg um Sonin, Jesus Kristus. Pápi okkara í himlinum hevur ongar ætlanir í hesum heimi ella í alheiminum og ei heldur í ævinleikanum, uttan so, at elskaði Sonur Hansara er miðdepilin. Tað er júst hesa himmalsku áskoðanina, ið Gud so inniliga ynskir at adopterað til henda falna og syndiga heim. Tí, um hugsanir mínar seta Jesus í miðdepilin í lívi mínum, tá verður lív mítt stilla í harmoni við sinnalag Guds.

Hinvegin, er ein og hvør hugsanarháttur, ið ikki hevur sín uppruna í Gudi, roknaður at verða óstemmaður í mun til sinnalag Guds. Ein tragisk samanbering kundi verið hendan, at tvinga úrmælingarnir at spæla Beethoven uppá súrar Stradivarius og súr Steinway & Sons. Legg tær í geyma, at bæði endamál og ætlanir okkara við lívinum fara ikki at eydnast, um Sonur Guds ikki er miðdepilin í okkum.

Gud sigur, ???hvør tann, ið trýr á Sonin, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.??? Tað er eyðsæð, at Gud hugsar um frelsu okkara. Men alt álit Guds er sett á Sonin. Tað er einans Jesus, ið er mentur at frelsa menniskju til fulnar. Gud krevur, at vit gera tað sama sum Hann, at øll seta sítt persónliga álit á Sonin við trúgv. Og tað er júst trúgv okkara á Jesus, sum virkar náðiríku frelsu Guds í okkum. Tað er jú Gud sjálvur, sum bønar og biður menniskju venda við og seta álit sítt á Sonin. Men tey sum fortapast eru tey, sum ikki hava álit á Soninum og sostatt vrakað Sonin.

Bíblian lærir jú, at Gud vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending. Hvør tann, ið trýr á Sonin, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Tí Jesus er bót fyri syndir Føroyinga - og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins. So lat ongan billa tær inn at einki pláss er eftir í himmiríki. Tí gleðiboðskapurin um Jesus bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum at verða við og strekkir seg enntá um allan heimin. Í sama eygnabragdi tú tekur ímóti Jesusi við TR??GV í tínum hjarta, tá ert tú útvaldur í eygum Guds. Hetta fyribrigdi er galdandi fyri øll menniskju og øll hava møguleikan at verða frelst og sostatt útvald. Men Gud roknar ikki sum vit og vit vita slett ikki hvussu Gud roknar, men øll hava líka stóran kjans at náa himmalin. Somikið av áliti havi eg á orð Guds.

Orðið ???fortapast??? átti at fingið øll menniskju at skelva. Tí hetta orðið opinberar fyri okkum eina heilt aðra síðu í karakteri Guds. Ein partur av karakteri Guds er sjálvandi fullkomin kærleiki. Men ein annar partur av karakteri Hansara er fullkomin heilagleiki. Og heilagleikans karakterur er ikki minni týdningarmikil í mun til kærleikans karakter. Hesir karakterir standa ikki í andsøgn við hvørt annað. Tað finnast tíverri mong menniskju sum fortapast av egnum ávum. Men Gud hóttir við at lata syndina fullføra verk sítt hjá ólýdnum menniskjum, sum ikki vilja taka ímóti Jesusi. Hesi fara øll fortapt úr likaminum og víðari inn í ævinleikan - har ódeyðiliga mannasálin verður verandi fortapt í helviti í allar ævir.

Í helviti er matarlysturin ómettiligur og tostin ósløkkjandi. Hin menniskjaligi og fortapti karakterurin vindur uppá seg har girndin, lystirnar og hatur halda á fram í allar ævir. Tað finnist ikki somikið sum eitt gramm av nøgdsemi í helviti. Orðið ???fortapast??? í Joh. 3, 16 merkir í praksis ein endaligur standur hjá eini mannasál,ið ger órætt og heldur áfram at gera órætt og dálkar seg sum áður í allar ævir.

Men hetta er als ikki vilji Guds við okkum. Hægsta ynski Guds er at øll menniskju venda við og trúgva Soninum. At Kristus verður settur í heiðurssessin í lívi okkara. Alt hetta er lagt sum grundarlag í náðiríku innbjóðingini í Jóh. 3, 16 til okkum øll. Amen!

Kærar heilsur

Ragnar Ludvig

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder