Nú sær út til, at tað er klárt til stóra hátíðarhaldið í samband við at Sandavágs kirkja verður 100 ár.
Leygardagi 29. apríl eru liðin 100 ár, síðan kirkjan í Sandavági varð vígd. Sunnudagin 30. apríl verður stórt hátíðarhald í bygdini.
Gudstænasta verður kl. 11. Skráin er henda:
Præludium ??? Mattias Kapnas
Sálmur: Smáar aldur fjøru randa
Kollekt/lestur ??? Marjun í Kálvalíð
Vágkórið
Uni Næs dómpróstur
Sálmur: Frelsarin hirði mín góður er
Prædika ??? Inga Poulsen Dam
Solosangur ??? Katrin á Borg
Sálmur: For Harrans orð, ið sum ein sól
Vágakórið
Kollekt, signing ??? David Johannesen
Sálmur: Tú alfagra land mítt
Postludium ??? Mattias Kapnas
Klaver ??? Mattias Kapnas
Urga ??? Bjarki Johannesen
Trombon ??? Finnur Joen-Jacobsen
Rúmast ikki øll í kirkjuni, ber til at síggja og hoyra gudstænastuna í Meinigheitshúsinum, so at ongum nýtist at setast aftur.
Eftir gudstænastuna verður døgurði í ítróttahøllini á Giljanesi.
Inni í høllini verður eisini myndaframsýning, sum lýsir søguna hjá kirkjuni hesi 100 árini. Tað eru Hanna og Jóhannes Dam Hansen í Miðvági, sum hava lagt framsýninginagjørt til rættis.
Klokkan 18 verður fjølbroytt konsert í kirkjuni.
Tey, sum fara at spæla og syngja, eru:
Barnakór
Tær fýra: Jensia H. Kjærbæk, Ingrid H. Petersen, Jóhanna Sofía Petersen og Henrietta Midjord
Jórunn Gudmundsen
Bjarta Arge
??lavur Jacobsen
Katrin á Borg
Mattias Kapnas
Elin Brimheim Heinesen
??luva Dam, Jensia Dam, Dorthea Dam
Vágakórið
??ll eru hjartaliga vælkomin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald