MMR.FO skrivar:
Í hesum døgum hittast umleið 80 skúlastjórar úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Írlandi í Føroyum.
Talan er um eitt samstarv millum skúlastjórar og embætisfólk í skúlafyrisitingini í Norðurlondum og Írlandi, nevnt ???Kurs 21 Nord???, sum byrjaði í 2002.
Limirnir í samstarvinum hittast á hvørjum ári, og ymsu luttakandi londini skiftast um at vera vertir.
Endamálið við samstarvinum er at menna skúlarnar í Norðurlondum, bæði saman og hvør sær, umframt at skapa sambond millum skúlaleiðarar í ymsu londunum.
Serligur dentur verður lagdur á at kunna um nýggjastu rákini innan undirvísing og námsfrøði, og kunnað verður eisini um undirvísingarskipanirnar í ymsu londunum, hvørji átøk londini hava sett í verk á skúlaøkinum í seinastuni - og hvørjar eftirmetingar, londini hava gjørt.
Í ár eru føroyingar vertir, og skúlastjórarnir byrjaðu í gjár vitjanina í Suðuroynni, har Magni Mohr helt fyrilesturin ???Týdningurin av at leggja til rættis venjing í skúlunum ??? ávirkan á heilsu, trivnað og læring???. Seinnapartin varð vitjað á Ítróttarháskúlanum í Vági.
Í Havn fer Jóhannes Miðskarð at umrøða úrslit frá eini granskingarverkætlan um námsfrøðiliga leiðslu í føroyskum fólkaskúlum og at seta granskingarúrslitini í samband við hugtakið ???professionellur lærifelagsskapur???.
Eisini vitja tey á Glasi og á Skúlatrøð, umframt at tey fáa kunning um spildurnýggja, føroyska eftirmetingartilfarið í byrjanarundirvísingini, sum Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava ment til innskúlingina.
Í dag verður eisini ein gestaframløga, tá finsku umboðini fara at greiða føroyskum myndugleikum frá teirri finsku skúlaskipanini.
??tlendsku gestirnir fara avstað aftur hósmorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald