Mentan

Stór fagnaðarkonsert á Vágsbø í kvøld

...

2018-08-10 15:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Summar Festivalurin feirar 15 ára jubileum við óhoyrdari hittparadu


Ársins Summar Festivalur er tann fimtandi í røðini, og tað verður feirað við stórari fagnaðarkonsert á Vágsbø í kvøld. 15 sangarar syngja 15 hitt. Hetta eru sangir, sum hava verið við til at seta dám á seinastu Summar Festivalarnar.

Ein vælspælandi bólkur undir leiðslu av Kim Hansen leggur grundarlagið, og síðani koma solistarnir á pallin ein fyri og annar eftir. Millum tey, sum skulu framføra, eru Lena Anderssen, Niclas Heri Jákupsson, Jógvan Hansen, Elin B. Heinesen, Signar í Homrum, Hans Edward Andreassen og Jens Marni Hansen. 

Hetta verður ein av stórfingnu løtunum á ársins Summar Festivali ??? ein hittparada uttan sín líka á føroyskum festivali. 

Teir 15 sangirnir
Danny Baldursson ??? Eitt sunnukvøld í mai
Elin Brimheim Heinesen ??? Eitt dýpi av dýrari tíð 
Jóan Jakku & Sámal ??? 1001 Nátt 
Lena Anderssen ??? Oh My Lady 
Hans Edward Andreasen ??? Sasasasa 
Ingi Poulsen ??? Tann fittasta
Jens Marni Hansen ??? I Don???t Wanna Wait No More
Kim Hansen ??? Maria 
Jógvan Hansen ??? Tú nart við hjarta á mær
Steintór Rasmussen ??? Lívsmynd 
Guðrun Sólja Jacobsen ??? Promise Me 
Signar í Homrum ??? Tað er gott at elska
Karl Martin Samuelsen ??? Alla Nátt

Eyðun Nolsøe ??? Mítt Land
Niclas Heri Jákupsson ??? Grøv nummar 13

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder