2017-08-17 21:06
Í kvøld landa Polarhav og Stjørnan 180 tons av gulllaksi til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Á virkinum í Kollafirði verður gulllaksurin heilfrystur.
Skipini verða liðug at landa mitt í nátt, so einaferð í morgin fara Polarhav og Stjørnan nýggjan túr.
Teir hava hendan túrin roynt í eystara kanti av Føroya Banka.
Myndirnar eru tiknar í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald