JN

StÍF-kvinnurnar vunnu á VÍF

...

2014-10-01 01:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

StÍf-kvinnurnar vunnu dystin á Skála ímóti VÍF, úrslitið gjørdist 24-19 eftir hálvleiksstøðuna 9-8.

Tað var StÍF, sum byrjaði betri, tær førdu 3-0 tá ið 5 min. vóru leiktir, VÍF fekk sítt fyrsta mál í 6. min. - StÍF førrdi meginpartin av fyrra hálvleiki, VÍF kom uppá javnleik 6-6 í 25. min. og fóru framum í 26. min til støðuna 6-7, men StÍF svaraði aftur kom uppá javnleik 7-7, siðan 8-7 og 9-7 til VÍF í seinasta minutti kom uppá 9-8.

Í byrjaðini av seinna hálvleiki fekk VÍF fyrst 3 mál og komu uppá 9-11, StÍF kom uppá javnleik 11-11 tá ið 5 minuttir vóru leiktir, liðini fylgdust til 11 minuttir vóru leiktir, tá tók StÍF eitt rættuligt lop og kom uppá 18-13 í 16. minutti og dysturin sá út til at verða avgjørdur - í 25. min var støðan 21-17 til StÍF, StÍF kom uppá 24-17, men teir seinastu minuttirnar fekk VÍF 2 mál, so úrslitið gjørdist 24-19.

Sí eisini: StÍF vann 21-20 á VÍF.

StÍF: Katrin Javobsen, Marita Á Fríariksmørk, Annika M. Arge, Birna Tummasadóttir 1, Fríðrún Danielsen 7, Rebekka Justinussen 3, Bára B. Danielsen 1, Sólfríða Pattinson, Bára Berthelsen, Kena Dam 5, Rannvá R. Jacobsen, Guðrið Poulsen 2, Paula B. Høgnesen 5 og Rebekka Poulsen.

VÍF:Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 5, Agnas Olsen 3, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 5, Beinta Poulsen, Rakul Joensen, Durita Christopersen 2, Randi Virgarsdóttir, Daniella Joensen 2, Annika Patti og Eilin Hansen 2.

Støðan gjøgnum dystin:

5. min. 3-0

10. min. 4-3

15. min. 5-4

20. min. 6-4

25. min. 6-6

30. min. 9-8

35. min. 11-11

40. min. 13-13

45. min. 17-13

50. min. 20-14

55. min. 22-17

60. min. 24-19

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Karstin Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder