2021-04-11 21:43

Neistin og StÍF spældu í dag fyrstu FM-finaluna millum liðini í SMS-deildini.
Tað vóru gestirnir úr StÍF ið byrjaðu dystin betri, og komu á odda 2-4 eftir 7. min. Eftir eitt korter stóð á jøvnum 6-6. Liðini fylgdust næstu minuttirnar upp til 10-10, og tá fór StÍF frá Neistanum. Hálvleiksstøðan var 11-15 til StÍF.
StÍF førdi til 58. minuttir vóru leiktir tá ið Neistin kom á javnleik 22-22, tað kom bert tað eina málið afturat, og tað fingu StÍF ið vunnu dystin 22-23.
Marjun Danberg fekk flest mál fyri Neistan, hon fekk 6 mál. Hjá StÍF var Gurið Ellingsgaard toppsjútti við 5 málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald