Mentan

Starvsmannafelagið gevur út talgilda limahandbók

...

2019-12-09 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 RÁÐGEVING: Sum fyrsta fakfelag í landinum kemur Starvsmannafelagið við eini talgildari vegleiðing til sínar limir um rættindi og skyldur á arbeiðsplássinum. Limahandbókin verður útbygd so hvørt, og felagið vónar, at vegleiðingin fer at styrkja samlaðu limaráðgevingina hjá felagnum

 

Hvat skalt eg upplýsa undir eini starvssamrøðu? Hvørji rættindi og skyldur havi eg í sambandi við barsil og sjúku? Kann eg sigast úr starvi, uttan at hava fingið ávaring?

 

Starvsmannafelagið ger nú eina roynd at svara nøkrum av teimum mongu spurningum, sum limirnir dag og dagliga hava um síni starvsfólkaviðurskifti ??? líka frá løn, yvirtíð, broytingum á arbeiðsplássinum og mangt annað.

 

- Vit fáa javnan fyrispurningar frá limunum um teirra rættindi og skyldur, og stórur saknur hevur verið í, at at vit ikki hava havt nakað skrivligt at vísa teimum á. Tað fáa vit nú gjørt við okkara limahandbók, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

 

Starvsmannafelagið hevur fyrr givið út eina limahandbók í pappírsformi. Tað eru nógv ár síðani, og tørvur hevur leingi verið á skrivligum upplýsingum til limirnar, savnaðar á einum stað um rættindi og skyldur hjá starvsfólki.

 

 

 

??tbygd stigvíst

Limahandbókin er fyri limirnar í Starvsmannafelagnum og liggur á heimasíðuni hjá felagnum. Vegleiðingin er talgild og verður útbygd stigvíst, og er tað fyrsti parturin, sum nú verður givin út. Byrjað verður við teimum mest eftirspurdu evnunum, og handbókin verður dagførd so hvørt, og verður størri og meira fjølbroytt við tíðini.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eina vegleiðing um starvsfólkaviðurskifti, sum teirra limir hava fulla atgongd til. Fíggjarmálráðið hevur givið út vegleiðingar um ymisk setanarviðurskifti, og nú kemur Starvsmannafelagið, sum fyrsta fakfelag í landinum, við eini talgildari vegleiðing til sínar limir.

 

-Hetta er ein ætlan, sum hevur verið í ger í nøkur ár, og sum vit nú kunnu gleðast um gerst veruleiki. Limahandbókin avloysir ikki persónligu ráðgevingina frá felagnum, tí limirnir fara jú framhaldandi at hava tørv á at ráðføra seg við felagið og fáa hjálp frá okkum. Men okkara vón er, at handbókin fer at styrkja samlaðu limaráðgevingina, sigur Súni Selfoss.

 

Brúkaranavn og loyviorð

Limirnirnir í Starvsmannafelagnum hava fingið brúkanavn og loyniorð sendandi frá felagnum. Á heimasíðuni www.starvsmannafelag.fo kunnu limirnir logga seg inn á teigin Limahandbók. Hevur tú sum limur í Starvsmannafelagnum ikki fingið brúkaranavn og loyniorð, verður tú biðin um at venda tær til felagið fyri at fáa atgongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder