
Søkt verður eftir einum húsavørði til farloyvisstarv í húsavarðatoymið hjá Vága kommunu at byrja skjótast gjørligt.
Ábyrgdarøki:
Húsavarðatoymið er í løtuni normera til 5 størv. Toymið hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og viðlíkahaldi av øllum kommunalum bygningum. ein leiðandi húsavørður hevur ábyrgdina av toyminum.
Vit vænta av tær at tú:
??? Hevur góð samstarvsevnir
??? Hevur gott handalag
??? Dugir væl at loysa uppgávur
??? Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/lagdur og røkin.
Umsøkjarin má kunna arbeiða sjálvstøðugt, tó samstarvar toymi um uppgávur, sum krevja tað.
Umsøkjarar við royndum sum húsavørður og við handverkaraútbúgving, ella líknandi, kunnu hava ein fyrimun. Tað er ein treyt at tann, ið settur verður, hevur koyrikoyrt.
Setanartreytir:
??? Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 31. desember 2018 sum vanligur húsavørður.
??? Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag.
??? Lønin hjá húsavørðinum verður sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan týsdagin 22. maj 2018 kl. 08:00 og skulu sendast til:
Vága kommunu
Hammershaimbsvegi 1
FO-360 Sandavági
[email protected]
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til tekniska leiðaran á telefon 794405 ella leiðandi húsavørðin á telefon 794420.
Í Vága Kommuna eru bygdirnar Miðvágur, Sandavágur, Vatnsoyrar og Slættanes. Vága Kommuna hevur nógvar stórar bygningar, m.a. skúlar, barnagarðar og heilsudepil eins og fleiri smærri bygningar. Vága Kommuna hevur, eins og fleiri aðrar kommunur, samtykt eina yvirlýsing fyri arbeiðið hjá kommunum fyri burðardyggari menning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald