
Sørvágs kommuna søkir eftir einum skrivstovufólki í hálvtíðarstarv at byrja sum skjótast. Starvið er eitt royndarstarv í eitt ár.
Í høvuðsheitum fata arbeiðsuppgávurnar um at mynda kommununa úteftir, kunning, mentan, trivnað og annað.
Starvsfólkið hevur ábyrgd av at kunna borgarar o.o. um tænastur og møguleikar í kommununi og skal saman við kommunalu umsitingini skipa fyri og samskipa ymsu tiltøkini, kommunan varðar av.
Aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur í fyrisitingini koma eisini fyri.
Vit vænta, at tú:
- hevur skrivstovu- ella aðra viðkomandi útbúgving
- dugir at samstarva og ert fyrikomandi
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
- kanst arbeiða skiftandi tíðir
- kanst dagføra heimasíðuna og hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga
- raðfestir trivnað
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er hálva tíð og verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið er eitt royndarstarv í eitt ár.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skrivstovuna hjá Sørvágs kommunu á tel. 36 32 00 ella teldupost:[email protected]
Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 380 Sørvági ella[email protected]í hendi í seinasta lagifríggjadagin hin 02. mars 2018 kl. 12:00.
Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald