Á býðráðsfundi í Vága kommunu tann 30 mai í 2016, varð einmælt samtykt at geva loyvi til at seta eina standmynd, av Seyðamanninum á Sondum og huldukonuni á annan av hólmunum við kirkjuna í Sandavági.
Ein bólkur, mannaður við : Jóhannus Hansen, Sonni Nielsen og Dagbjørn Hansen, hevur síðan tá arbeitt við málinum. Teir heittu á kenda listamannin Hans Paula Olsen, sum m.a. hevur tilevnað Kópakonuna í Mikladali, um at koma við einum uppskoti, um at fáa Seyðamannin og huldukonuna at standa á hólmanum við kirkjuna.
Í dag var Hans Pauli Olsen í Sandavági, hann hevði eitt uppskot við, sum hann greiddi frá fyri stigtakarunum, bygdaráðslimum o.ø. - Sigast kann, at fólk vóru sera hugtikin av uppskotinum.
Slíkar standmyndir kosta fitt av peningi, teir tríggir stigtakararnir greiddu frá, hvussu teir ætlaðu at fáa pening til listaverkið, teir søgdu eisini, at farið verður í gongd beinanvegin at royna at fáa peningin samlaðan.
Seyðamaðurin á Sondum.
Leggið nú hvør sítt høvur í blot,
meðan eg telji frá søgum,
hvat ið hendi í fornu tíð
úti í gomlum døgum.
Tokan lættir,
og lundin leikar,
for mannlatið váras dans væl falla
2. Stígið á gólv so lættliga
og havið gott stig,
meðan eg kvøði um huldukonu
og seyðamannin við.
3. Tað skuldi vera í fordum tíð,
vilja tit mær trúgva,
norði á fjøllum í Húsagjógv,
har skuldi ein hulda búgva.
4. Ein onnur búði við Tormansgjógv,
systrar vóru tvá,
tær vóru klæddar í skarlak
líka niður á tá.
5. Stakkarnir vóru av skarlaksklæði
hingu niður á skó,
tann hjá tí við Húsagjógv
var reyður sum annað blóð.
6. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
lysti henni huldukonu
at sóla stakki fríða.
7. Hon legði hann á tann grøna vøll,
rætt sum sólin sá,
vakurt var at síggja,
fagur litur bar á.
Les alt kvæði HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald