2019-04-27 11:57
Árliga landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum verður í Leguhúsinum í Nesvík vikuskiftið 3-5. mai. Á skránni verður millum annað, felagssangur, kórsangur, andaktir, gudstænasta, fyrilestur, kunning, tos um arbeiðið, góður matur, góður felagsskapur, hugni, og nógv annað.
Eisini fer Sigrun Heldarskar at greiða frá evninum: ???Nærsambond???. Ein sjómaður og kona hansara fara at greiða frá teirra lívi, og so fer nýggi trúboðarin á ??rkini í Reykjavík at greiða frá arbeiðinum.Hetta er vikuskiftið har kvinnur úr sjómanskvinnuringunum og aðrar koma saman til álvara og gaman. Sjófólk gera matin og tæna við borðini. Sigast kann, at stevnan er ársins vikuskiftið hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald