ÍSB skrivar:
Special Olympics World Summer Games 2015 enda í dag 02.08.2015.
Endahátiðin verður á LA Coliseum kl 18 L.A. tíð, og verður hetta ein veitsla við m.a. orkestrinum O.A.R. og øðrum.
Fyri okkara viðkomandi mugu vit siga at leikirnir hava verið væleydnaðir.
Vit hava gist og etið væl, og tað hevur verið lætt at sleppa til og frá ymisku kappingarplássunum.
Allastaðni vit eru komin, hava fólk tikið væl ímóti okkum, og tikið sær væl av okkum.
Ítróttarfólkini hava vant trúliga fram ímóti leikunum.
Góðir venjarar hava tikið sær av teimum, bæði frá ÍSB, og frá feløgunum Svani, Smæruni, Kvøldskúlunum, Havnar Svimjifelag, Hvirluni og AB
Í morgin byrjar heimferðin, og um alt vil væl til lenda vit í Vágum týskvøldið uml. kl 20:20
Við í bagasjuni hava vit.
4 bronsuheiðursmerkir
5 silvurheiðursmerkir
og 2 gullheiðursmerkir
og eina rúgvu av upplivingum.
ÍSB takkar øllum venjarum, stuðlum, myndugleikum, feløgum, privatfólki, avvarðandi, hjálparfólki og øðrum ið hava gjørt tað møguligt hjá hesum fyrimyndarligu ítróttarfólkum at luttaka í heimsins stórsta ítróttartiltaki í 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald