Skúlablaðið skrivar: - Játtanin til fólkaskúlan verður ikki økt í nóg stóran mun. Ein grundgeving er, at næmingatalið er minkað so nógv, men tað passar ikki, tí næmingatalið hevur higartil stórtsæð staðið í stað, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags
17. oktober 2016
Í nýggja fíggjarlógaruppskotinum er játtanin til fólkaskúlan hækkað við 8 mió. krónum.
- Hetta ljóðar av nógvum, men tá lønarhækkingin 1. oktober í ár og øktu pensjónsútreiðslurnar eru trektar frá, so er ein góð millión eftir. Samstundis økist virksemið í skúlanum áhaldandi. ??kt tímatal til alis-og evnafrøði, samfelagsfrøði verður nýggj lærugrein frá august 2017, tá eisini nýútbúnu støddfrøðivegleiðararnir fara til verka. So víðari rásarúm í fólkaskúlanum, sum bæði lærarum og skúlaleiðslum leingist eftir er ikki talan um enn. Játtanin til Sernám stendur at kalla í stað, og tær avleiðingarnar eru helst mest sjónskar og harmiligast í fólkaskúlanum, sigur Herálvur Jacobsen.
Síðan tað var greitt fyrr í ár, hvussu nógvar tímar, skúlarnir fáa til undirvísing og serligan tørv, hava skúlaleiðslur kropp á kroppi kært sína neyð fyri Lærarafelagnum. Eitt nú eru vikartímarnir skerdir nógv, eins og tímarnir til serligan tørv. Ein av stóru skúlunum í landinum fær í hesum skúlaárinum í miðal 3 vikartímar um dagin, og tað er bara ein lítil dropi í mun til tørvin. Lærararnir eru meiri enn 40 í tali, og hvønn einasta dag eru í øllum førum 2-3 lærarar burtur vegna skeið, sjúku ella annað.
- Tað kemur fyri, at lærari, sum er partur í sjálvstýrandi toymi, stendur einsamallur við 50 næmingum, tí hinir lærararnir í toyminum eru burturstaddir. Tá er ikki talan um undirvísing, men í besta føri ansing. Vanligt er, at tað eru teir yngstu flokkarnir, sum fáa vikarin, tí tað ber ikki til at senda smábørn einsamøll út í ferðsluna. Sostatt fáa teir eldru flokkarnir frí.
Játtanin til Sernám, sum tillutar tímar til serligan tørv, stendur at kalla í stað, men talið á næmingum, ið hava serligan tørv veksur støðugt.
- Hetta er í sjálvum sær eitt bakkast. Men tað hevur eisini havt við sær, at miðfirraðu tímarnir, sum eru ætlaðir til vanliga næmingin, ið bara vantar eitt skump rætta vegin, í staðin verða brúktir til serundirvísing. Skúlin missir møguleikan at seta inn málrættað, tá næmingur í styttri tíð hevur tørv á eyka stuðli.
Tímarnir til serligan tørv eru minkaðir so nógv nógva staðni, at støðan er hættislig, heldur formaður Føroya Lærarafelags. Eitt nú eru dømi um tveir stórar skúlar, har tímarnir eru lækkaðir við góðum 40 % hetta skúlaárið.
- Hetta er ein sera ógvuslig minking og eingin saklig grundgeving er fyri minkingini.
- At játtanin til fólkaskúlan stendur í stað er í veruleikanum ein minking, tí tá lagt er upp fyri lønarvøkstri og øktum pensjónsútreiðslum, so er ikki talan um hækking, og soleiðis hevur verið í nógv ár. Um somu tíð eru lesivegleiðarar komnir, fleiri serlærarar, orðblindalærarar, førleikastovur eins og alis- og evnafrøði verður raðfest hægri við fleiri tímum; alt hetta meirvirksemið verður fíggjað innan somu karmar, tað vil siga tikið frá grundvirkseminum í skúlanum. Mentamálaráðið økir ikki um játtanina m.a. við teirri grundgeving, at næmingatalið er minkað so nógv, men tað passar ikki, tí næmingatalið stendur stórtsæð í stað.
Støðan er órógvandi og óvirðilig, bæði fyri næmingin og læraran, heldur Herálvur Jacobsen.
- Tað er ein óvirðilig støða fyri næmingin og ein óvirðilig støða fyri læraran, at næmingurin sum hevur serligan tørv, situr í flokkinum og ikki fær ta hjálp, honum tørvar, tí ov fáir tímar eru til serligan tørv. Lærarin roynir eftir førimuni, men tað røkkur ikki altíð, tí hann hevur eisini aðrar 24 næmingar at taka sær av. Tað er eisini ein løgin skipan, at tú skipar góðar og fakliga sterkar útbúgvingar, og fólk fara spent og eldhugað til arbeiðis eftir lokið prógv, men ikki sleppa, tí tey fáa hvørki fáa nóg nógvar tímar ella nóg góðar sømdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald