Mentan

Sørvágs skúli er til reiðar til forskúla

...

2016-09-05 22:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

- Vit eru í eini bíðistøðu; skúlin er til reiðar at fara undir forskúla, og lagt er upp fyri forskúla í dagføriningi av skúlanum, men enn er endaliga avgerðin ikki tikin, um vit skulu hava forskúla, sigur Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvágs skúla - við Skúlablaðið.

Skal forskúli verða í Sørvágs skúla ella ikki; avgerðin um henda týðandi spurningin er ikki tikin enn, hóast skúlin hevur meldað út, at hann er til reiðar; fundur hevur skulað verið fyri allar partar, men tað hevur drigið út at fingið fundin í lag.

- Hetta er háaktuelt kjakevni í Sørvágs kommunu í dag. Alment hevur einki verið frammi, men bæði skúlastýri og kommuna kjakast um møguleikar. Skúlin er jaligur um forskúla og hevur kannað, hvussu gjørt verður í øðrum kommunum. Í skúlastýrinum er meiriluti fyri forskúla. Leiðslan í kommununi og barnagarðurin hava ikki meldað út enn. Kjakið verður ofta meira um tímar og pengar, enn um læring og tað gagnliga fyri børnini, og tað er harmiligt, sigur Jóhannis Joensen.

Dagføringin av skúlanum í Sørvági heldur fram; um eitt ár ella so er skúlin allur sum hann er í nýggjum nýtímans kørmum, og skúlastova er lagt av til forskúla.

- Persónliga eri eg fyri forskúla, tí hann gevur skúlanum møguleika at mynda børnini fyrr. Hann kann fyrireika tey til læring, og tey koma skjótari inn í skúlakarmin. Páhaldið um, at spælið verður burtur, heldur als ikki. Forskúlin er læring gjøgnum spæl. Eg skal ikki lasta dagstovnum og barnagørðum fyri, at børnini eru ikki nóg skúlabúgvin, tá ið tey byrja í fyrsta flokki; eg kann tó bara staðfesta, at tað er ymiskt, hvussu væl tey fyrireika børnini til skúlagongd.

Jóhannis Joensen sóknast eftir einum almennum kjaki um forskúla.

- Eftir mínum tykki er tað skeivt, at kommunur skulu gera av, um tey ynskja forskúla ella ikki. Landsmynduleikarnir skuldu stungið út í kortið, at í Føroyum skulu øll børn í forskúla, tað vil siga, at innan eitt ávíst áramál er forskúli í øllum skúlum í landinum. Tá hava øll børn í Føroyum somu fortreytir í 1. flokki. Lærarar og námsfrøðingar kunnu saktans samstarva um forskúlatilboð innan skúlagátt.

Til samans er 206 forskúlanæmingar skúlaárið, sum júst er byrjað. Í Eiðis skúla eru 10 næmingar í forskúla, í Runavíkar kommunuskúla 36 næmingar, í Sankta Frans skúla 47 næmingar, í Skúlanum á Argjahamri eru 23 næmingar, í Eysturkommunu eru 35 næmingar, í Frískúlanum Kelduni eru 35, í Lítlaskúla eru 13 næmingar og í Skála skúla eru 7 næmingar. Til 2010 var tað bara Sankta Frans skúli í Havn, sum hevði forskúla; Skúlaspírin í Eysturkommunu er tann fyrsti, sum kom eftir tann í Sankta Frans, sum hevur hálva øld á baki, og síðan eru teir vorðnir 8 í tali.

Kelda: Skúlablaðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder