2016-07-24 20:43
Í gjár og í nátt var Tórsfest á skránni, og í tí sambandi hittu vit festivalgestin Sonna Zachariassen, sum vit settu nakrar spurningar.
Hvat heldur tú um Tórsfest?
- Eg haldi at higartil hevur Tórsfest verið fínastaslag, men tað manglar nøkur støð har man kann pissa. Tað er eitt sindur torført at fáa fatur á øl, men tað er vanligt tá so nógv fólk samlast. Tónleikurin er forbannað góður, tað skulu fyriskiparnir eiga rós fyri. Tað regnar eitt sindur, men hvat so tá ið ølirnar eru góðar?
Hvat heldur tú um økið?
- Mær dámar tað stakvæl, men eg haldi at Havnin hevur ikki brúk fyri einum festivaldegi afturat, men tá tað nú er í Havn, so er plássi væl valt.
Hvørjum fylgist tú við á Tórsfest?
- Eg eri farin á Tórsfest saman við mínum vinmonnum, sum eisini læra til kokk, segði sørvingurin Sonni við JN.fo tíðliga í gjárskvøldið.
Sí eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald