JN

Sóknarformenn og tiltaksfólk veljast í Føroya Fiskimannafelag

...

2014-10-20 21:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í vetur skulu sóknarformenn og tiltaksfólk veljast í Føroya Fiskimannafelag fyri eitt nýtt trý ára skeið, sum byrjar 1. februar 2015. Valið skal vera liðugt 4. desember. Jan Højgaard, felagsformaður, heitir á sitandi sóknarformenn um at skipa fyri valfundum í næstum og á limirnar um at møta væl upp til hesar fundir.

Í vetur skulu sóknarformenn og tiltaksfólk veljast í Føroya Fiskimannafelag fyri eitt nýtt trý ára skeið, sum byrjar 1. februar 2015.
Viðtøkurnar hjá felagnum siga í § 7 soleiðis um sóknarformenn, og hvussu teir verða valdir:

Sóknarformenn
Landið verður býtt í felagssóknir og skal býtast so, at lætt er hjá sóknarformanni at fara um í síni sókn. Í hvørji sókn verður valdur ein sóknarformaður við tveimum tiltaksmonnum. Hesi val kunnu vera munnlig, men skulu vera skrivlig, um nakar krevur hetta á fundinum.
Uppgáva sóknarformanna er, saman við tiltaksmonnum, at umboða felagið mótvegis limunum og at umboða limirnar mótvegis felagnum, men annars ger felagsstjórnin, í samráð við sóknarformenninar, gjøllari reglugerð fyri arbeiði teirra.
Tær mest ítøkiligu uppgávurnar hjá sóknarformonnum við tiltakslimum er at skipa fyri uppstilling og val í hvørji sókn. Eisini umboða teir sóknirnar á landsfundi felagsins.
Valið skal fara fram, so tað er lokið 1. februar.

Tað áliggur sitandi sóknarformonnum og teirra tiltaksfólkum at skipa fyri fundi, har valt verður.
Nýggju sóknarformenninir og tiltaksfólkini skulu vera vald ella endurvald í seinasta lagi 4. desember 2014. Tá skal skrivstovan hjá Fiskimannafelagnum eisini hava fingið fráboðan um úrslitið, og Jan Højgaard, felagsformaður, heitir tí á sóknarformenninar um at skipa fyri valfundum í næstum og á limirnar um at møta væl upp til hesar fundir.

Kelda: www.fiskimannafelag.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder