Mentan

Søgur í jólabýunum

...

2018-11-30 17:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvønn sunnudag fram til jóla, fáa børn í Føroyum eina jólasøgu og eitt lag í kalendaragávu. Tað er Jólaálvafljóðið, sum er komi í jólabýin í SMS at fortelja jólasøgur fyri børnum í Føroyum, og at syngja siðbundnar, føroyskar vetrar- og jólasangir saman við børnunum.

Vit vita øll, hvussu ótólin børnini kunnu vera, tá tey skulu bíða eftir jólunum, og nú kann adventskalendarin vera við til at stytta um stundir til jóla. Tað er somuleiðis altíð gleðiligt, tá børn í Føroyum fáa møguleikan at velja føroyskt tilfar at hyggja eftir, heldur enn útlendskt, og soleiðis kann adventskalendarin eisini vera við til at læra børnini siðbundin, føroysk barnaløg.

Adventskalendarin verður at finna á sms.fo, á Facebook síðuni hjá SMS og á Rás 1 og er tøkur allan jólamánaðin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder