Mentan

Søguligur dagur í Vága prestagjaldi

...

2019-09-19 12:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fólkakirkjan skrivar:

Sunnudagin 1. september byrjaði Marjun í Kálvalíð í nýggja sóknarprestaembætinum í Vága prestagjaldi.
Innsetingartala v/ Una Næs, dómprósti í Miðvágs kirkju 11.s.e.tríeindardag, 1. september 2019.

Náði veri við okkum og friður frá Guði Faðir okkara og harranum Jesusi Krist. Amen.

Heilsanin eg havi valt at bera tær, Marjun í Kálvalíð, nú tú tekur við nýggja sóknarprestaembætinum í Vága prestagjaldi, lesa vit í 2 Kor 4, 5:
???Tí at ikki okkum sjálvar prædika vit, men Krist Jesus sum harra, men okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesu skuld.??? Amen.

Tá ið vit taka við einum starvi ella einum embæti, so er ofta greinað frammanundan, hvat vit skulu gera ella hvør setningurin er.

Soleiðis er eisini hjá tær, Marjun í Kálvalíð, tú byrjar í einum nýggjum sóknarprestaembæti. Tú ert ikki heilt nýggj í tænastuni í Vága prestagjaldi. Síðani 2013 hevur tú havt partvísa tænastu her, men nú ert tú burturav sett í eitt nýtt skipað embætið í prestagjaldinum frá 1. september.

Um eina løtu fara vit at lesa kallsbrævið frá biskupi í sambandi við tænastu tína, har nærri er greinað, hvør uppgáva tín er sum sóknarprestur hjá kirkjuliðunum.
Prestar hava eina høvuðsuppgávu: tað er at boða Guðs orð og umsita dópsins og altarsins sakramenti.

Alt, sum prestur tekst við hevur sín uppruna í hesum: orðinum og sakramentunum!

Í gudfrøðini koma vit ofta fram á eitt grikst orð, sum eitur kérygma. Kérygma merkir eini boð ella eini gleðiboð. Hetta orðið var brúkt til serlig høvi, nevniliga tá ið okkurt stórt var hent og skuldi fráboðast. Tað var brúkt t.d. tá ið ein kongssonur var føddur ella fólkið í landinum fekk eini týdningarmikil boð.

Gjøgnum tíðirnar eru nógv álvarsom og týdningarmikil boð borin fram og farin um allan heimin.

Tá ið vit savnast í kirkjuni í dag, so er tað tí, at vit savnast um eini týdningarmikil boð, sum ljóðaðu sum eitt kérygma jólanátt: At okkum er ein frelsari føddur!

Tað er boðskapurin um henda frelsara okkara Jesus Krist, vit eru sett at boða. Tað er hetta ápostulin minnir kirkjuliðið á fyrst av øllum:

???Tí at ikki okkum sjálvar prædika vit, men Krist Jesus sum harra, men okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesu skuld.???

Fyrst at prædika Kristus sum harra og frelsara!

Fyrst at vísa á Kristus Jesus og síðani at virka fyri Kristus í tænastu fyri næstan! Júst í hesi raðfylgju!

Tá ið hesi orðini vórðu skrivað, sum vera borin fram hesa løtuna í Miðvágs kirkju, hava tað verið nógv, sum hava bjóðað seg fram við ymiskum boðskapum at tæna okkum borgarum í skrivt og talu. Í gjár var gjørt av, hvørju hesi eru. Í morgin og komandi dagar verður telvað hvør skal hava avgerðarrættin at stýra, leiða, ja, at tæna okkum!

Verðsliga valdi hevur sínar uppgávur, andliga valdi hevur sínar.

Sum sóknarprestur hevur tú, Marjun, eina uppgáva at boða Kristus krossfestan og upprisnan til trúar hjá fólki. Hetta gert tú ikki av eintingum, men Guds góði Heilagi Andi virkar trúnna við orðinum og sakramentunum!

Tað er hetta sama, vit lósu í epistlinum, tá ið ápostulin sigur ... ???at hetta er tann boðskapur, sum hann boðar kirkjuliðnum, sum tey eisini tóku við og sum tey eisini vórðu frelst við ...???

Tá ið hetta er sagt so skal leggjast aftrat, at ... vit, sum eru kallað til eina tænastu, eru kallað til tænastu sum tænarar fyri Jesu skuld.

Tað má ongantíð verða presturin sum persónur, ið er í miðdeplinum í tí, ið verður prædikað og gjørt í kirkjuliðnum, men Kistus.

Tað er ikki presturin, sum hevur fingið eitt kirkjulið, men tað er kirkjuliðið, sum hevur fingið ein prest, fyri at brúka eitt orðalag, sum í hesum døgum verður brúkt í øðrum sambandi!

Í hesum prestagjaldinum merkir tað, at nú er ein fulltíðar prestur komin aftrat!

Dagurin í dag er tí kirkjusøguligur í Vága prestagjaldi! Frá gamlari tíð hevur verið ein prestur í prestagjaldinum. Frá í dag 1. september 2019 verða tveir fulltíðar sóknarprestar. 

Eg fari at ynskja kirkjuliðunum, kirkjuráðunum og kirkjutænarunum hjartaliga tillukku við nýggja sóknarprestinum við ynskjum um Guðs signing.

Ynski Guðs signing yvir gerning tín Marjun í Kálvalíð og vit biðja eftir, at samstarvið millum teg og fólkið í prestagjaldinum og starvsfelaga tín, Ingu Poulsen Dam framvegis verður gott, og at tit í kirkjuliðunum í prestagjaldinum hava Marjuna við familju í dagligu bønum tykkara í Jesu navni. Amen. Síðan skal eg lesa kollatsin frá biskupi ...  

Tillukku við embætinum við ynskjum um Guðs signing ???  Jesus fylgi tær í tænastuni!

Amen.

Sálmar: nr. 330, 252, 260 ??? 247, 402

Uni Næs, dómpróstur

Myndir: Herfinn Thomassen

Sí fleiri myndir her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder