
Ikki kann sigast at tað kemur óvart á, man hevði tó vónir um at tað ikki fór at enda so gali sum tað nú einafer er, tí tað kundi alt verið gjørt so nógv ørvísi, uttan at nakar bleiv arbeiðsleysur.
Skilaleysi útrokningarhátturin hjá samgonguni, sum sigur at uppboðsølugjaldið í ár (Veiðurættindi til svartkjaft keypt á uppboði fyri 58 oyru kilo'ið) verður umrokna til %'ir av søluvirðinum. Við dagsins monopolprísi á Havsbrún, sum er kr.1,44, svarar tað til góð 40%
40,27% av hýruni hjá manningini verður tikið áðrenn manningin verður avroknað.
Siga vit at ein fullur túrur hevði givið ein manningarpart á 20.000 kr. So fara í dag tær fyrstu 8054 krónurnar beint í landskassan áðrenn manningin verður avroknað. Eftir eru tá 11.946 krónur, sum vit eru fult skattskyldugar.
Helvtin av tí er 5.973.
5.973 krónur hava vit eftir í dag av 20.000 krónum.
Sjálvur haldi eg tað er blóðskeivt, men tað halda reiðarar og politikarar ikki.
Hvør annar samfelagsbólkur hevði funnið seg í at blíva soleiðis viðfarin?....ONGIN!!
Tað eiga vit sjómenn heldur ikki!!
Mortan G. Berjastein
Umborð á Jupiter
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald