Vinna

So nógvur fiskur sum kanska ongantíð áður í føroyskum sjógvi

...

2018-11-15 22:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í ár hava vit verið vælsignað við fiski - tað eru nógv ár, fyri ikki at siga ongantíð áður - at tað hevur verið so nógvur fiskur í føroyskum sjógvi.

Sildafiskiskapurin norðanfyri eydnaðist væl fyrr í ár, og nú fiska skipini sild beint norðanfyri føroyska markið í altjóða sjógvi.

Svartkjaftaskipini eru byrjað at fáa svartkjaft eystur úr Føroyum, eisni er makrelur at fáa eystanfyri.

Smáu trolbátarnir hava í vár og í summar fiskað so nógv sum ongantíð áður, mest tosk.

Svartkalvaskipini hava havt hampuligan fiskiskap, svartkalvin hevur havt góðan prís.

??tróðrarbátarnir fáa nógvan fisk allastaðni, eisini í stóru sundunum er nógvur og góður fiskur at fáa.

Línubátarnir og línuskipini rokfiska í løtuni, mest verður fiskað av toski og hýsu.

Ímeðan skipini rokfiska,  so arbeiða okkara kosnu menn og kvinnur við, at allur fiskiskapur skal broytast - eg spyrji bara hví?

Jóanis Nielsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder