Mentan

SMS latið Tórshavnar kommunu borgarstjóraketu

...

2017-07-27 19:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jógvan Biskopstø, listamaður, hevur gjørt borgarstjóraketuna, sum Niels Mortensen, stjóri í SMS, í dag handaði Tórshavnar kommunu sum gávu. Hetta er eitt gamalt mál, sigur Niels Mortensen. 

- Fyri langari tíð síðan hava vit samskift við leiðsluna í kommununi um, hvat listaliga gávan skuldi verða, og valið fall skjótt á eina borgarstjóraketu, sigur Niels Mortensen, ið er fegin um lidna avrikið. 

- SMS fyllir 40 ár, og vit hildu, at vit sum fyritøka í Havn skuldu nýta høvið at geva kommununi eina virðiliga gávu, sum eitt listafólk fekk høvið til at mynda, sigur Niels Mortensen.

Á samkomu í Ráðhúsinum hjá Tórshavnar kommunu nú seinnapartin tók borgarstjórin, Annika Olsen, móti stórbæru gávuni, sum er ein borgarstjóraketu úr silvuri. Ketan, sum hevur drúgva søgu, er gáva til Tórshavnar kommunu.

Jógvan Sverrason Biskopstø (f. 1970), sum hevur gjørt borgarstjóraketuna, er upprunaliga útbúgvin húsasmiður og bátasmiður. Síðan er hann útbúgvin framleiðslusniðgevi á Danmarks Designskole, hevur gingið á privata listaskúlanum hjá Hans Chr. Høier, og árini 2003-2005 nam hann sær listaliga útbúgving í Hangzhou í Kina á China National Academy of Art.

Jógvan, sum altíð hevur fingist við handaligt arbeiði, fór í 2014 undir at gera eina silvurketu fyri SMS í Havn. Ketan, sum Tróndur Patursson upprunaliga arbeiddi við, er gjørd úr silvuri, kallað Ag 935, ið er standard silvur, ið er serliga gott at gera prýðislutir úr.

Í listaligum arbeiði søkir Jógvan fyrst og fremst hina livandi linjuna, men arbeiðir eisini í kontrastum. Sum í førinum við "Piðiknívinum" (2000) finnur hann íblástur í gamlari handverkarahevd, men hugsar so nýggjan funktionalitet og estetikk inn í lidna verkið.

Soleiðis er eisini við "Borgarstjóraketuni" (2017). Jógvan leitaði í søguni, og fann fram brúksamboðini held og homluband, ið bæði vóru rund og av føroyskum uppruna. Hann gjørdi skitsur, toygdi tilfarið og stoypti, og valdi heldina sum støði at gera eina ketu til hetta endamál.

Hugsanin hjá listamanninum er, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu ber silvurketuna um akslarnar við hátíðarlig høvi.

- Avbjóðingin var at stoypa silvurtilfarið so tunt, sum eg vildi, til tess at fáa eitt úrslit, ið ikki var ov tungt, og samstundis hekk væl saman sum ein natúrlig keta, og hevði ein greiðan grafiskan tekstur av horni í hvørjum ringi, sum verður savnaður sum ein held, sigur Jógvan um drúgvu arbeiðsgongdina.

- Hetta var ein spennandi avbjóðing, serliga at finna eitt nýtt skap og at loysa uppgávuna við at fara í okkara egnu náttúru og søgu, til tess at koma við einum nýggjum úrsliti, ístaðinfyri at gera eitt fremmant kopi, sigur Jógvan Sverrason Biskopstø, nú ketan er liðug.

Annika Olsen, borgarstjóri, takkaði fyri gávuna til kommununa og segði, at borgarstjóraketan fór at fáa virðiligt pláss og fór at verða brúkt til hóskandi høvi.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder