Føroyska KT fyritøkan, Alarm.fo, bjóðar bæði tí almenna og privata av við einari nýggjari app
Í dagsins samfelag er kunning ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum. Fólk hava nógv at takast við t.d.skúla, arbeiði, frítíðar ítrívum o.s.f. Trupulleikin er tó at tað er torført at fáa júst ta kunningina, ein hevur tørvá - við alskyns miðlum og heimasíðum er kunningin spjadd runt og tað er skjótt at móttakarin missur yvirlit.Tí er Alarm.fo komi við einari nútíðarhóskandi loysn til borgarar í Føroyum.
Alarm.fo er ein nýggj slóðbrótandi app, har brúkarin sjálvur velur, hvørja kunning hann fær á telefonina. Viðnýtslu av ymiskum filtrum, fær brúkarin júst ta kunningina, honum tørvar, samlaða á einum stað.
Við tørvinum hjá brúkaranum í brennideplinum, fangar Alarm.fo tíðarandan og serliga tað yngra ættarliðið.Høvuðsendamálið við appini er at kunna brúkaran um broytingar, avlýsingar og onnur samfelagsviðurskifti,ið hava beinleiðis ávirkan á gerandisdagin hjá brúkarinum.
Tað, sum ger at Alarm.fo brýtur frá, er at við appini verður tú ikki álopin við óbodnum teldupostum og aðrarióviðkomandi kunning, men at tú sjálvur hevur møguleika at velja hvørjum tú móttekur kunning frá og nær túvilt móttaka hana.
Sum brúkari av appini, hevur tú møguleika fyri at velja fleiri landafrøðilig øki, ávísar útvegarar, evni og nógvannað. Fyritøkur fáa beinleiðis samband við brúkaran ??? um tær eru millum valini hjá brúkarinum. Býrt tú tildømis í Tórshavn, hevur tú møguleika fyri at fáa kunning um millum annað broytingar innan ferðslu,kommunal viðurskiftir og um hvat hendir í býnum.
Ein framvísing av skipanini verður í ??strøm fríggjadagin 10. februar frá kl. 15.00 til 17.00. ??ll eru hjartaligavælkomin.
Appin kann fáast til bæði iPhone og Android, og er at finna á Google Play og App Store.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald