2016-08-04 11:27
Silvaland á Summar Festivalinum bjóðar akitivitetir og undirhald til børnini, og í dag verða 2016 ballónir sleptar í luftina.
Í dag kl. 14:00 letur stóra Silvalandið á Summar Festivalinum upp. Silvalandið er í samanbygdu ítróttarhallunum í Klaksvík og er fyri børnini og familjurnar. Silvland bjóðar alskyns aktivitetir, undirhald og tónleik.
Kl. 14.00 bjóða Silvi og vinir vælkomin í Silvaland, og í dag ber eisini til at uppliva framførslur hjá Bubu og gyklaranum Jens Tryl,
Kl. 16:00 verður konsert við MGP-stjørnunum Froja & Sarah, Bubu og Beinir.
Eftir konsertina fara børnini við Bubu á odda í skrúðgongu úr ítróttarhallunum og oman til økið frammanfyri Norðoya Sparikassa, har 2016 ballónir verða sleptar í luftina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald