Eins og seinastu trý árini verður Slaktið hildið í Tórsgøtu komandi leygardag, 14. september. Livandi kríatúr, so sum seyðir, ross og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir - ein upplagdur møguleiki at vísa eftirkomarum, hvussu matur verður fingin til vega.
Føroyskir kokkar fara at grilla lambs- og neytakjøt, føroyskar fyritøkur fara at bjóða smakkiroyndir og selja ymiskar mat- og landbúnaðarvørur, og møguleiki verður eisini at fáa hvest sínar knívar á staðnum. Anna og ??li Rubeksen, sum hava heimablídni á Velbastað, fara at bjóða ræsta súpan og leggja fram um nýggju bókina ???Tá ókunnufólk kom á leið???. Møguleiki verður at keypa bókina á staðnum fyri kr. 300,-. Eisini fer Faroesheep at selja føroysk seyðaskinn og ponyríðing verður í Vágsbotni, umframt mangt annað.
Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini ??? bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, til grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum. ??tlanin er at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt.
???Ynskt verður, at so nógv fólk sum møguligt koma til tiltakið og fáa eyguni upp fyri møguleikunum í tí fantastiska tilfeingi, ið okkara jørð hevur at bjóða. Tí er ókeypis atgongd, og tað allarmesta á tiltakinum er ókeypis,??? sigur Kári Sørensen, ein av stigtakarunum.
Tiltakið byrjar kl. 10 leygardagin, 14. september, og steðgar umleið kl. 16.
Meira kunning og myndir frá tiltakinum í fjør eru á Facebook síðuni hjá tiltakinum. Ein skrá verður tøk á síðuni seinni í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald