Mentan

Slaktið verður í Tórsgøtu leygardagin

...

2018-09-12 19:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eins og seinastu tvey árini verður Slaktið hildið í Tórsgøtu komandi leygardagin, 15. september. Livandi kríatúr, so sum seyðir, ross og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir - ein upplagdur møguleiki at vísa eftirkomarum hvussu matur verður fingin til vega.

Føroyskir kokkar fara at grilla lambskjøt, føroyskar fyritøkur fara at bjóða smakkiroyndir og selja ymiskar mat- og landbúnaðarvørur, og møguleiki verður eisini at fáa hvest sínar knívar á staðnum. Matsmiðjan hjá Ruben fer at selja vælumtókta ræstkjøtaburgaran, Faroesheep selur føroysk seyðaskinn, ponyríðing verður í Vágsbotni og ein fyrilestur við Helga í Brekkunum um bókina ???Seyður í søgu og veðri??? verður hildin, umframt ymiskt annað.

Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini ??? bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, til grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum. ??tlanin er at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt.

???Ynskt verður, at so nógv fólk sum møguligt koma til tiltakið og fáa eyguni upp fyri møguleikunum í tí fantastiska tilfeingi, ið okkara jørð hevur at bjóða. Tí er ókeypis atgongd, og tað allarmesta á tiltakinum er ókeypis,??? sigur Kári Sørensen, ein av stigtakarunum.

Tiltakið byrjar kl. 10 leygardagin, 15. september, og steðgar umleið kl. 16.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder