Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, tá hon setti aðalfund Føroya Lærarafelags 2017 í Skúlanum við Løgmannabreyt tann 25. mars 2017
Frá jarðarkringi fram við sjeynda garð???
eg fór, og hátt meg Sáturns tróna bar;
og manga fløkju greiddi ferðin mær,
men ikki tað, ið mannalívið var.
Soleiðis hugleiðir persiska skaldið og stjørnufrøðingurin Omar Khayyám (1048???1131) um mannalívið í longu yrking sínari ???Rubaijat???, sum Rikard Long so meistarliga týddi nøkur ørinidi úr í 1913, við yvirskriftini ?????r Rubaijat???.
Vit kunnu skúla okkum so nógv vit vilja, men um vit so koma heilt út um sjeynda garð og verða borin hátt av Sáturns trónu, so megna vit framvegis ikki í dag at loysa ta stóru fløkju ??? ella gátu ??? sum mannalívið er.
Góðan morgun øll somul.
Góðu lærarar, leiðslur og nevnd Føroya Lærarafelags. Takk fyri innbjóðingina og høvið at bera tykkum eina heilsan á aðalfundinum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald