Mentan

Skúlin á Giljanesi: Nú kunnu øll koyra við skúlabussinum í skúla

...

2017-11-05 16:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Frá í morgin, mánadagin 5.november, sleppa øll børn við skúlabussinum í skúla. Leggið til merkis, at heimkoyringin er óbroytt.


Vága kommuna hevur nú givið játtan til, at øll skúlabørn í kommununi sleppa at koyra í skúla við skúlabussinum um morgunin.

Koyringin heim úr skúla er óbroytt. Tvs. at tað bert er 1., 2., og 3. flokkur, sum verða koyrd heim.

Nýggja koyringin kemur í gildið longu í morgin. Tá ið ein vika er farin, verður koyringin eftirmett.

Nýggja koyriætlanin er soleiðis.

Bussur 1:

07:25 úr Sørvági (Bert mánadag og týsdag)

07:30 úr Vatnsoyrum

07:35 av Heiðum (steðgar við steðgistøð í Miðvági og á Giljanesi)

07:48 úr Sørpum (steðgar á Giljavegi 54, á Giljanesi, gjøgnum Miðvág til 10.flokk og við skúlan í Miðvági)

08:00 úr Miðvági til Sørvágs (mikudag, hósdag og fríggjadag)

Bussur 2:

07:45 frá Gamla skúla í Sandavági (steðgar við Miðstaðarøkið)

07:48 frá barnagarðinum (steðgar á Giljanesi og við skúlan í Miðvági)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder