2016-09-20 13:57
Í eina tíð hevur verið arbeitt við, at fáa eina matarskipan til næmingarnar og starvsfólk á Skúlanum á Giljanesi.
Í dag vóru starvsfólkini á skúlanum boðin til at royna tað sum nýggja skipanin hevur at bjóða.
Á lítlari samkomu á skúlanum, greiddi skúlastjórin - Annbritt Toftegaard - frá nýggju skipanini, sum fer at virka longu frá í morgin - t.v.s. at næmingar/foreldur longu nú kunnu bíleggja til morgindagin og framyvir.
Tað er í samstarv við Gist og Vist, sum Hotel Vágar eigur, at skipanin er ment.
Sigast má, at tað sá gott út og at tað gagnaðist væl, sum var boðið á skúlanum í dag.
Meira kann lesast um nýggju skipanina HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald