Mentan

Skúlin á Fløtum: 8.F: Skúlastjórin bjóðaði næmingunum av

...

2016-09-26 21:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fátt man vera betri enn at brýna vitið uppi yvir talvborðinum. Í fríløtum sita næmignar mangan og telva, og stundum gloyma teir bæði tíð og stað.

í morgun hevur skúlastjórin telvað simultan ímóti 20 næmingum í 8.F, fótbóltsflokkinum, sum hann annars hevur í føroyskum.

Umframt at teljast ímillum bestu handbóltsleikararnar í landinum var Hanus ein av stinnastu føroysku telvarunum á yngri árum. Hann hevur síðstu árini ikki verið virkin í talvi, men tað sást ikki aftur á úrslitinum í dag: Skúlastjórin vann 20-0! Men hetta tekur sjálvandi ikki mótið frá dúgligu næmingunum, teir koma sterkt aftur seinni ??? bíða bara, Hanus J

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder