Mentan

Skúlabyggingin gongur væl

...

2018-09-28 11:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunda.fo:

Størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð er nú veruliga farin at síggjast í landslagnum.

Fyrr í mánaðanum varð dekk lagt á skúlan og verður hann væntandi innilokaður um jóltíðir í ár. Skúlin og ítróttarhøllin eru mett at kostað áleið 95 milliónir og verður tað fíggjað við lántøku og yvir raksturin.

Skúlin og ítróttarhøllin skulu eftir ætlan takast í brúk um ársskiftið 2019/2020, og tá fáa borgarar í kommununi ein nútímans skúla við øllum hentleikum umframt stásiliga ítróttarhøll, sum er tann fyrsta í kommununi.

Nýggjar myndir verða leypandi lagdar út á heimasíðuna og kunnu síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder