Vága kommuna hevur sett stud. ma. í søgu, Jon S. Hansen, at skráseta krígsminnir og fornmminni í kommununi. Hetta arbeiði verður ætlandi liðugt við árslok.
Í sambandi við, at býarplanurin verður endurskoðaður, hevur býráðið avgjørt at skráseta fornminni og krígsminni, so hædd verður tikin fyri hesum, tá framtíðar útstykkingar og útbyggingar annars vera gjørdar í kommununi.
Tað hevur stóran týdning, at varðveita hesi minni, so søga okkara ikki fer fyri skeyti.
Tey, sum minnast kríggið, fækkast í tali, so býráðið metir, at tað er í tøkum tíma at hesar skrásetingar vera gjørdar. Nógv, sum var bygt í sambandi við kríggið, eins og nógv onnur fornminni, eru farin fyri skeyti. Týdningarmikið er tí at skráseta tað, sum eftir er, so eftirkomarar okkara hava møguleika til at síggja tær leivdir, sum eftir eru. Eisini hevur hetta stóran týdning í ferðavinnuhøpi.
Seinni heimsbardagi er helst tann størsta søguliga hending, sum er farin fram her á landi síðan landnámið. Serliga Vágoyggin var fyri stórari umvelting í krígsárunum. Her vóru fleiri ferðir so nógvir hermenn, sum tað vóru borgarar í oynni.
Sera nógv broyttist undir krígnum. Vegakervið var útbygt, vit fingu flogvøll, fólk fingu innlit í nýmótans vinnutól og tey flestu í oynni lærdu at málbera seg á enskum máli. Føroyar og serliga Vágoyggin vóru lyft nógv ár fram í tíðina tá talan er um menning, tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald