Carpark North hava áður prógvað, at teir kunnu fáa eina
fjøld at hoppa og rokka. Elektroniski rokkbólkurin, sum m.a. eigur hittini
Transparent & Glaslike, Human, Army of open Arms fer at borðreiða við einum
giga showið, sum fær allar glaðar sálir at skrála við.
Heimskendu genturnar í Icona Pop hava verið á útseldum
konsertferðum saman við Miley Cyrus, Katy Perry og One Direction og hava spælt
á óteljandi festivalum og konsertum kring heimin. Í fjør vórðu tær eitt av
stóru nøvnunum á Roskilde Festivalinum. Og nú fáa vit tær á Okkara Tórsfest
2018.
Burak Yeter er maðurin handan monsterhittið ???Tuesday???, sum
hevur buldrað alt summar á dansigólvum og útvarpsrásum kring heimin.
Smokie hava pakkað kuffertini á tremur við vælkendu
hittunum, og eru klárir til eina syng-við veitslu av besta slag.
Burhan G er fólkaogn í Danmark, og hevur ferð eftir ferð
prógvað, at hann dugir at framleiða popptónleik í heimsflokki, og hetta fer
hann eisini at vísa føroyingum á Okkara Tórsfest.
Harumframt bjóðar Okkara Tórsfest Maria Montel, Jacob
Dinesen, Danny and The Veetos, Signar í Homrum, Vit vilja ongantíð doyggja,
Barnadix og Bubu. Sostatt kunnu vit staðfesta, at hetta er besta Okkara
Tórsfest skráin nakrantíð.
Okkara Tórsfest byrjar longu leygardag kl. 16:00 við
barnatiltøkum, og til ber at keypa atgongumerki í Power í SMS, Fast-handlum
kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo.
Vit síggjast til Okkara Tórsfest, 21. juli í gongugøtuni í
Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald