Mentan

Skráin fyri vitjanina hjá krúnprinshúskinum í Føroyum

...

2018-08-23 07:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Almenna vitjanin hjá krúnprinshúskinum byrjar hósdagin tann 23. august í Havn.

Hansara kongliga tign Fríðrikur krúnprinsur og hennara kongliga tign Mary krúnprinsessa og krúnprinsbørnini vitja fríggjadagin 24. august Klaksvík, Kirkju, Hattarvík og Mikladal.

Leygardagin tann 25. august gongur leiðin til Runavíkar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar og Tjørnuvíkar.

Sunnudagin 26. august er gudstænasta í Sandavágs kirkju og miðmáli í Bø á skránni.

Krúnprinshúskið fer av landinum aftur sunnudagin.

??ll skráin fyri vitjanina hjá krúnprinshúskinum er henda:

Hósdag tann 23. august í Havn

Almenn móttøka í Havn

Klædnabúni: Føroysk klæði

Kl. 08.30 Danska vaktarskipið Hvidbjørnen og føroyska vaktarskipið Brimil verða fylgiskip undir leiðslu av skipsovastanum á kongsskipinum.

Hvidbjørnen letur skotkvøðu av við 21 skotum í Nólsoyarfirði.

Tá ið siglt verður inn á Havnina, fylgja føroysk træseglskip og róðrarbátar við Kongsskipinum Dannebrog.Havnar Hornorkesturspælir heiðursmarsj krúnprinsins, meðan skipið leggur at. Tá ið krúnprinshúskið fer í land, verður Kong Christian spældur.

Kl. 09.05 Kongsskipið Dannebrog leggur at áBursatanga.

Kl. 09.20 Krúnprinshúskið fer í land.

Móttøka á bryggjuni:

Aksel V. Johannesen løgmaður og frú Katrin D. Apol Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen

Annika Olsen borgarstjóri og harra Jacob Horn Nielsen

H.K.T. krúnprinsessan fær handað blómutyssi.

Løgmaður heldur stutta vælkomurøðu og fagnar við 9-faldum hurrá fyri krúnprinshúskinum, og síðan spælir Havnar Hornorkestur tjóðsangin.

Til móttøkuna eru føroysk og donsk embætisfólk, sum løgmaður navnkennir í hesi røð:

Páll á Reynatúgvu tingformaður

Marjun Hanusardóttir løgmansstjóri

Johnhard Klettheyggj løgtingsstjóri

Jógvan Fríðriksson biskupur

John Kølbæk fúti

Henrik Møller sorinskrivari

Michael Hjorth kommandørkapteynur

Kl. 09.35 Spákað verður til stjórnarskrivstovurnar áTinganesi.

Á veg út í Tinganes verður stutt steðgað á hjá róðarfelagnumKnørri. Formaðurin í felagnum Sámal Kristiansson tekur ímóti og navnkennir stýrið. Magnus Gaard, virkin limur í felagnum, sigur frá felagnum og føroyskari kapprógving. Eva Højgaard Lisberg gevur krúnprinshjúnunum eina lítla gávu.

Kl. 09.50 Spákað verður út í Tinganes.

Móttøka í Tinganesi

Kl. 09.55 Løgmaður er vertur fyri móttøku

Løgmaður navnkennir landsstýrið í hesari røð:

Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Kristina Háfoss landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Poul Michelsen landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum

Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum

Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

Rigmor Dam landsstýriskvinna í mentamálum

Kl. 10.25 Spákað verður til býartrappuna, fram gjøgnumReynog oman áBryggjubakka.

Almenn móttøka hjá Tórshavnar kommunu

Kl. 10.35 Komið verður til trappuna.

Annika Olsen, borgarstjóri og harra Jacob Horn Nielsen taka ímóti.

Bjarni Horn Olsen handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir býráðið og heldur stutta vælkomurøðu. Á trappuni framføra Havnar hornorkestur, Dánjal á Neystabø og Búi Dam.

Kl. 10.55 Fráferð við bili tilSkúlan á Argjahamri.

Kl. 11.05 Koma til skúlan.

Marjun Holm stjóri, Símun Abrahamsen varaskúlastjóri og Ann Hansen leiðari á frítíðarskúlanum taka ímóti. Skúlin og frítíðarskúlin verða vístir fram, á leiðini fara næmingar at sýna fram ymist sum føroyskan dans, fimleik og sang.

Kl. 11.50 Farið verður av skúlanum. Uttanfyri verður heilsað upp á børnini í barnagarðinum við skúlan.

Kl. 12.05 Fráferð við bili til studentabýliðFinsen.

Kl. 12.15 Koma til Finsen.

Bogi Jacobsen tekniskur leiðari íBústøðumog Marjun W. Thomassen fíggjarleiðari taka ímóti. Greitt verður frá Bústøðum og Finsen, og ein av íbúðunum verður sýnd fram. Vitjanin endar í samkomuhøllini, har Annika Olsen borgarstjóri greiðir frá um listaverkini eftir Williami Heinesen, og ??lavur Jakobsen spælir eitt kingolag ???Vaagn op, og slaa paa dine strenge???á klassiskan gittara.

Kl. 12.55 Fráferð við bili til Hotel Hafnia.

Miðmáli

Kl. 13.00 Annika Olsen, borgarstjóri, er vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia.

Borgarstjórin heldur stutta røðu og handar krúnprinshjúnunum gávu.

Samstundis skrá

H.K.T. krúnprinsurin

Kl. 14.15 Fráferð við bili av Hotel Hafnia tilGlasir.

Kl. 14.30 Koma til Glasir.

Rigmor Dam landsstýriskvinna í mentamálum tekur ímóti. Saman við landsstýriskvinnuni stendur Bogi Bech Jensen rektari. Landsstýriskvinnan heldur eina stutta røðu, víst verður runt á skúlanum, náttúruvísindaligar royndir verða gjørdar, og greitt verður frá mongu útbúgvingum skúlans. Vitjanin endar við felagsmynd av H.K.T. Frederik krúnprinsi saman við næmingum skúlans.

Kl. 15.10 Fráferð við bili tilSjóvinnuhúsið.

Rigmor Dam landsstýriskvinna og Bogi Bech Jensen rektari siga H.K.T. krúnprinsinum farvæl.

Kl. 15.20 Koma til Sjóvinnuhúsið.

??lavur Ellefsen stýrisformaðurin fyri Fróðskaparsetrið og fyrisitingarligur stjóri fyriFonden for EntrepreneurskabChristian Vintergaard taka ímóti. Stutt kunning verður um húsið, meðan spákað verður tilHugskotið, sum er eind, ið hjálpir íverksetum og gevur teimum ráð. Sóley Heradóttir Hammer stjóri kunnar í stuttum um Hugskotið, og eftir tað leggja nýggir íverksetarar sínar verkætlanir fram.

Creative Business Cup heiðursgávuhandan í Kongshøll auditorium

Kl. 15.40 Koma til auditoriið, har handanin fer fram.

Kl. 15.50 H.K.T. krúnprinsurin handar ársins føroysku íverksetaheiðursgávu í Creative Business Cup.

Kl. 16.05 Fráferð við bili frá Sjóvinnuhúsinum til løgtingið.

H.K.T. krúnprinsessan

Kl. 14.15 Fráferð við bili frá Hotel Hafnia tilBýlingshúsið undir Fjalli.

H.K.T. krúnprinsessan er í fylgi við Høgna Hoydal varaløgmanni, frú Hildur Hermansen, Anniku Olsen borgarstjóra og harra Jacob Horn Nielsen.

Kl. 14.30 Koma tilBýlingshúsið undir Fjalli.

Anna Dalsgaard dagstovnsleiðari, Djóni J. Eidesgaard aðalskrivari í Barnabata og Beinta Dalbø deildarleiðari hjá kommununi taka ímóti. Verkætlanin um ???onga happing???, sum eitur ???betri vinir???, verður løgd fram.

Kl. 15.15 Fráferð frá barnagarðinum til Kvinnuhúsið.

Annika Olsen borgarstjóri og harra Jacob Horn Nielsen siga H.K.T. krúnprinsessuni farvæl.

Kl. 15.25 Koma til Kvinnuhúsið.

Elin Reinert Planck leiðari í Kvinnuhúsinum tekur ímóti. Víst verður runt í húsinum, og sagt verður frá virki og arbeiði.

Kl. 16.05 Fráferð við bili frá Kvinnuhúsinum til løgtingið.

Høgni Hoydal varaløgmaður og frú Hildur Hermansen siga H.K.T. krúnprinsessuni farvæl.

Krúnprinshjúnini

Kl. 16.10 Koma til løgtingið

Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður tekur ímóti og navngevur formansskap løgtingsins og løgtingsstjóran í hesum rað:

Heðin Mortensen

Edmund Joensen

Jógvan á Lakjuni

Johnhard Klettheyggj løgtingsstjóri

Løgtingsformaður vísir krúnprinshjúnunum inn í løgtingssalin, har sagt verður frá løgtinginum. Síðan fer fylgið upp á 1. hædd, har løgtingsformaðurin býður vælkomið, og har krúnprinshjúnini fáa høvi at heilsa upp á teir løgtingslimir, ið har eru.

Kl. 16.55 Fráferð við bili frá løgtinginum til Kongsskipið Dannebrog.

Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen fylgja krúnprinshjúnunum við fylgi oman til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 17.00 Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Veitsludøgurði

Klædnabúni: Føroysk klæði /myrk klæði/kjóli

Kl. 19.05 Krúnprinshjúnini við fylgi verða heintað við Kongsskipið Dannebrog av Lene Moyell Johansen ríkisumboði og harra Stendor Johansen. Koyrt verður niðan í Norðurlandahúsið.

Kl. 19.15 Løgmaður er vertur fyri døgurða í Norðurlandahúsinum.

Aksel V. Johannesen løgmaður og frú Katrin D. Apol taka ímóti krúnprinshjúnunum, tá ið tey koma. Blómutyssi verður handað H.K.T. krúnprinsessuni. Undir døgurðanum halda løgmaður og H.K.T. krúnprinsurin hvør sína røðu, tónleikaframførsla verður, og eftir døgurðan verður farið upp á gólv.

Kl. 22.55 Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen fylgja krúnprinshjúnunumvið fylgi til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 23.05 Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kongsskipið Dannebrog siglir síðan av Havnini.

Fríggjadagin tann 24. august í Klaksvík, á Kirkju, í Hattarvík og í Mikladali

Almenn móttøka hjá Klaksvíkar kommunu

Klædnabúni: Føroysk klæði

Kl. 09.00 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Klaksvík.

Kl. 09.10 Krúnprinshúskið fer í land

Jógvan Skorheim borgarstjóri og frú Vígdis Skorheim taka ímóti. Vón Skorheim handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir býráðið og heldur stutta vælkomurøðu.Klaksvíkar Hornorkesturspælir

Kl. 09.25 Fráferð við bili tilBiskupstorgið.

Kl. 09.30 Koma til Biskupstorgið.

Borgarstjórin leggur fram ætlanirnar um nýggja miðbýin í Klaksvík í 3D stødd og sigur frá nýggja byggjarínum. Edward Fuglø listamaður verður hjástaddur við einari framsýning.

Kl. 10.05 Spákað verður til??salund, sum er grønt øki í nýggja miðbýnum.

Kl. 10.10 Koma til ??salund.

Børn úr Skúlanumá Skúlatrøðsyngja, og børnini á øllum dagstovnunum eru savnað at heilsa upp á krúnprinshúskið.

Kl. 10.30 Spákað verður tilNorðoya Sparikassa.

Kl. 10.35 Koma til Norðoya Sparikassa.

Marner Mortensen stjóri tekur ímóti. John P. Danielsen stýrisformaður sigur søguna um bankan, arbeiðið nú og ætlanir. Norðoya Sparikassi verður 100 ár í næsta ár.

Kl. 11.05 Fráferð við bili frá Norðoya Sparikassa til Kongsskipið Dannebrog.

Jógvan Skorheim borgarstjóri og frú Vígdis Skorheim siga krúnprinshjúnunum farvæl.

Kl. 11.15 Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 11.50 Fráferð við bili til tyrlupallin í Klaksvík.

Kl. 12.00 Fráferð við tyrlu úr Klaksvík út áKirkju

(Vitjanin í Fugloy er við ongum miðlafólkum)

Á Kirkju

Klædnabúni: Heit troyggja, regn- og vindtættur jakki, húgva og gangiskógvar

Kl. 12.15 Koma til Kirkju.

Amalia í Frammistovu borgarstjóri tekur ímóti.

Kl. 12.20 Borgarstjórin navnkennir bygdarráðið. Borgarstjórin er vertur fyri miðmála.

Kl. 12.50 Eftir miðmála verðu spákað yvir í kirkjuna, og haðan verður koyrt til Hattarvíkar.

Kl. 13.00 Fráferð við bili til Hattarvíkar.

Kl. 13.15 Koma til Hattarvíkar, har gingið verður í hálvan annan tíma. Eftir gongutúrin verður koyrt/gingið oman í bygdina.

Kl. 14.45 Koma til bygdina.

Spákað verður til seyðahúsið hjá Símuni Gullaksen varaborgarstjóra. Í seyðahúsinum fæst kaffi og okkurt lætt til matna, meðan fólk standa. Gáva verður handað krúnprinshjúnunum.

Kl. 15.15 Koyrt/spákað verður til tyrlupallin.

Amalia í Frammistovu borgarstjóri og Símun Gullaksen varaborgarstjóri siga krúnprinshúskinum farvæl.

Kl. 15.25 Fráferð við tyrlu úr Hattarvík tilMikladals.

Í Mikladali

Kl. 15.35 Koma til Mikladals. Fráferð við bili oman til bygdina.

Kl. 15.40 Jógvan Skorheim borgarstjóri og Vígdis Skorheim taka ímóti.

Borgarstjórin heldur stutta vælkomurøðu. Eftir móttøkuna verður vitjað í húsunum, haðan kópakonan er. Søgnin um kópakonuna verður søgd, og Eyðun Eliasen bóndi greiðir frá bygdini.

Kl. 16.05 Spakað verður oman til standmyndina av Kópakonuni.

Ingibjørg Hansen sangari, ið er uppvaksin í húsunum, haðan kópakona var, framførir niðri við standmyndina.

Kl. 16.30 Fráferð við bili til tyrlupallin.

Kl. 16.35 Fráferð við tyrlu úr Mikladali til tyrlupall í Klaksvík.

Klaksvík

Kl. 16.45 Koma til tyrlupall í Klaksvík.

Koyrt verður til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 17.00 Krúnprinshúskið fer umborð á Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 19.20 Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog til gamla spinnaríið.

Krúnprinshjúnini við fylgi verða heintað av Lene Moyell Johansen ríkisumboði og harra Stendor Johansen.

Døgurði

Klædnabúni: Myrk klæði/kjóli/føroysk klæði

Kl. 19.30 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða.

Krúnprinshjúnini verða móttikin av Jógvani Skorheim borgarstjóra og frú Vígdis Skorheim. Undir døgurðanum heldur borgarstjórin røðu og handar krúnprinshjúnunum gávu. Tónleikaframførsla verður.

Kl. 22.30 Fráferð við bili til Kongsskipið Dannebrog.

Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen fylgja krúnprinshjúnunum við fylgi til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 22.40 Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kongsskipið Dannebrog siglir síðan av Klaksvík.

Leygardagin tann 25. august Runavík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík

Almenn móttøka hjá Runavíkar kommunu

Klædnabúni: Føroysk klæði

Kl. 09.00 Kongsskipið Dannebrog leggur at viðBakkafrost.

Kl. 09.10 Krúnprinshúskið fer í land.

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri og frú Ann Ellefsen taka ímóti. Rósa Pauladóttir handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir býráðið og heldur stutta vælkomurøðu.Nes Sóknar Musikkfelagspælir.

Kl. 09.25 Vitjan á Bakkafrostiá Glyvrum.

Regin Jacobsen forstjóri og frú Eydna Jacobsen taka ímóti saman við Rúna M. Hansen nevndarformanni og frú Kalu Hansen, Oddi Eliasen stjóra, Gunnari Nielsen fíggjarstjóra, Kára E. Jacobsen og Andriasi Petersen virkisleiðarum. Regin Jacobsen forstjóri vísir framleiðsluna, greiðir frá um Bakkafrost, handar krúnprinshjúnunum gávu, og krúnprinshjúnini skriva í gestabókina.

Kl. 10.20 Fráferð við bili til ítróttarhøllinaBylgjuna.

Kl. 10.25 Koma til Bylgjuna.

Bárður Højgaard mentanarsamskipari í kommununi og Borgar Persson húsavørður vísa runt. Ítróttarfeløgini á staðnum, sum brúka høllina, vera har við sínum ítrótti. Vitjanin endar við stuttari fimleikaframsýning. Børnini hjá krúnprinshjúnunum fáa sum gávu hvør sín ítróttarbúna frá fimleikafelagnum Støkk.

Kl. 10.55 Spákað verður tilSkótahúsið. Túrurin tekur 15-20. min.

Miðmáli

Kl. 11.15 Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri er vertur fyri miðmála íSkótahúsinum.

Borgarstjórin heldur røðu fyri krúnprinshjúnunum og handar teimum gávu. Undir miðmálanum verður tónleikaframførsla.

Kl. 12.35 Fráferð við bili frá Skótahúsinum til Kongsskipið Dannebrog, sum liggur við Bakkafrost. Tórbjørn Jacobsen borgmeistari og frú Ann Ellefsen siga krúnprinshjúnunum farvæl.

Kl. 12.40 Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 13.00 Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog tilHvalvíkar.

Kongsskipið Dannebrog siglir til Havnar.

Í Hvalvík

Kl. 13.30 Koma tilHvalvíkar.

Heðin Zachariasen borgarstjóri og frú Anna Maria Zachariasen taka ímóti. Lý Haraldsdóttir handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi.Eiðis ljómfelagspælir.

Kl. 13.45 Fráferð við báti tilHaldórsvíkar.

Siglt verður undir Brúnni um Streymin, tikin í nýtslu í 1973, sum knýtir størstu oyggjarnar saman. Á ferðini sæst Føroya hægsti fossurFossá, og siglt verður fram við laksaalistøðini hjáMarine Harvest.

Í Haldórsvík

Kl. 14.05 Koma til Haldórsvíkar.

Spákað verður gjøgnum bygdina og fram við kirkjuni. Elias Hammer bygdarráðslimur, føddur og uppvaksin í Haldórsvík, sigur frá bygdini.

Kl. 14.25 Fráferð við bili úr Haldórsvík tilTjørnuvíkar.

Í Tjørnuvík

Kl. 14.35 Koma til Tjørnuvíkar.

Kl. 14.40 Móttøka í bygdarhúsinum.

Heðin Zachariasen borgarstjóri navnkennir bygdaráðið í Sunda kommunu saman við hjúnafeløgum og heldur stutta vælkomurøðu. Móttøkan verður kanska uttanfyri, verður veðrið til vildar.

Samstundisskrá

H.K.T. krúnprinsurin

Kl. 15.00 Fráferð frá bygdarhúsinum.

H.K.T. krúnprinsurin við løgmanni, borgarstjóra og fylgi spákar ígjøgnum bygdina til tyrlupallin.

Kl. 15.10 Fráferð við tyrlu tilStakkin.

Vitjanin á Stakkinum verður við ongum miðlafólkum.

Kl. 15.15 Koma á Skoradal

Nýggi rennistrongurin verður royndur. Jógvan Magnussen gongur um Stakkin og sigur frá. Spákað verður til smáttuna, har H.K.T. krúnprinsurin skrivar í gestabókina og fær eina gávu. Signeraðu brotssøguna: ???Blíð er summarnátt á Føroya landi??? eftir Jógvan Isaksen í danskari týðing: ???Den blide færøske sommernat???. Eitt brot í bókini fer fram á Stakkinum og í brattlendinum har um leiðir. Síðan verður H.K.T. krúnprinsurin við fylgi stjóraður inn aftur av Stakkinum.

Kl. 15.50 Fráferð av Skoradali til millumsteðg í Tjørnuvík.

Kl. 15.55 Koma tilTjørnuvíkar.

H.K.T. krúnprinsessan

Kl.15.00 Fráferð frá bygdarhúsinum.

H.K.T. krúnprinsessan verður í fylgi við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu og harra Ronnie Háfoss, Thordis Dahl Hansen varaborgarstjóra og harra Dávid Reinert Hansen.

Spákað verður gjøgnum bygdina. Fólk á staðnum vísir bygdina. Vitjað verður í listafólkahúsinum, har krúnprinshúskið fær høvi at skriva navnið á bróstið (Wall of Fame) og í gestabókina. Vitjað verður í kirkjuni, har kingokórið í Tjørnuvík syngur. Aftaná verður ymist at taka sær til, m.a verða epli tikin upp, og farið verður oman á sandin. Verður veðrið til vildar, fara fólk at aka á brimfjøl á víkini.

Krúnprinshúskið

Kl.16.00 Fráferð við tyrlu úr Tjørnuvík til Havnar.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinnu og harra Ronnie Háfoss, Heðin Zachariasen borgarstjóri, frú Anna Maria Zachariasen og Thordis Dahl Hansen varaborgarstjóri og harra Dávid Reinert Hansen siga krúnprinshúskinum farvæl.

Kl. 16.15 Koma til tyrlupall Yviri við Strond í Havn. Koyrt verður til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 16.30 Koma til Kongsskipið Dannebrog í Havn.

Móttøka á Kongsskipinum Dannebrog í Havn

Klædnabúni: Snotiligur gerandisligur

Kl. 18.30 Krúnprinshjúnini eru vertir fyri móttøku á Kongsskipinum Dannebrog.

Føroyskur dansur verður dansaður umborð.

Kl. 20.30 Móttøkan endar.

H.K.T. krúnprinsurin

Kl. 21.20 KomaTórsvøllur.

H.K.T krúnprinsurin verður móttikin av forsetanum fyri føroyska fótbóltssambandið Christian F. Andreasen og Virgar Hvidbro aðalskrivara. Eftir dystin handar H.K.T. krúnprinsurin leikarunum heiðursmerki, og løgmaður handar løgmanssteypið. Fótbóltssambandið fer at geva krúnprinshúskinum hvør sína landsliðstroyggju.

Kl. 22.00 Fráferð við bili frá Tórsvølli.

Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen fylgja H.K.T. krúnprinsinum til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 22.10 Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kongsskipið Dannebrog siglir síðan av Havnini.

Sunnudagur tann 26. august í Sandavági og Bø

Klædnabúni: Føroysk klæði

Kl. 10.20 Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog, sum liggur á Miðvági.

Krúnprinshúskið við fylgi verður heintað av Lene Moyell Johansen ríkisumboði og harra Stendor Johansen.

Kl. 10.25 Koma tilSandavágs.

Í kirkjuni tekur Jógvan Fríðriksson biskupur ímóti.

Kl. 10.30 Gudstænasta í Sandavágs kirkju.

Kl. 11.35 Fráferð við bili frá kirkjuni tilBíggjar

Kl. 12.10 Koma til Bíggjar.

Jógvan Fríðriksson biskupur og frú Maria Eiriksdóttir taka ímóti.

Miðmáli í Bø

Kl. 12.15 Biskupur er vertur fyri miðmála í gamla pakkhúsinum í Bø.

Biskupur heldur stutta røðu fyri krúnprinshjúnunum, meðan miðmálin er. Løgmaður sigur nøkur orð at enda undir máltíðini.

Kl. 13.25 Fráferð við bili úr Bø til Kongsskipið Dannebrog, sum liggur á Miðvági.

Jógvan Fríðriksson biskupur og frú Maria Eiriksdóttir siga krúnprinshúskinum farvæl.

Lene Moyell Johansen ríkisumboð fylgir krúnprinshjúnunum við fylgi til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 13.45 Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 14.15 Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog til flogvøllin.

Kl. 14.25 Koma til Vága lufthavn.

Krúnprinshúskið við fylgi ganga beinleiðis umborð á flogfarið.

Krúnprinshúskið verður boðið farvæl:

Aksel V. Johannesen løgmaður og frú Katrin D. Apol

Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen

Marjun Hanusardóttir løgmansstjóri

John Kølbæk fúti

Durita L. Jóansdóttir avgreiðslu- og siðaregluábyrgdari Gudrun M. Nolsøe fulltrúi

Ann á Argjaboða Ritter skrivstovufulltrúi

Kl. 14.35 Fráferð frá Vága floghavn við Atlantic Airways.

Kongsskipið Dannebrog siglir av Miðvági beint eftir, at flogfarið er farið.

Kl. 17.40 Koma til Kastrup floghavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder