Mentan

Skorheim: Manglandi bakkaverja er ein landsuppgáva

...

2019-02-07 14:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hevur Løgtingið ikki skyldu til at verja sóknarkirkjuna í Kirkjubø fyri brimið, og hvat er til hindurs fyri, at Løgtingið samtykkir, at grótið frá sandoyartunlinum verður brúkt til bakkaverju í Kirkjubø?

Hetta vil Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri, hava at vita. Í hesum sambandi hevur hann sett Heðini Mortensen, landsstýrismanni í Samferðslumálum ein §52a fyrispurning.

- Tá ódn er, liggur brimið um sóknarkirkjuna í Kirkjubø. Brimið hevur støðugt máað burtur av lendinum, og hevur hetta ført til, at kirkjan og kirkjugarðurin nú er í vanda fyri at fella í havið. At verja hetta týdningarmikla fornminni er ein landsuppgáva, sigur Jógvan Skorheim millum annað.

Hann vísir á, at landið aðrastaðni hevur fingið bakkaverju í lag, og dugir sostatt ikki at síggja hvat skuldi verið í vegin fyri at fingið eina bakkaverju í lag, nú kirkjan og kirkjugarðurin er í vanda.

Nú tunnil skal gerast til Sandoynna og nógv grót verður til taks, metir hann, at tað skuldi verið upplagt at brúkt ein part av grótinum til bakkaverjuna.

Fyrispurningurin sæst her:https://logting.fo/files/casewrittenquestion/859/048.18%20Spurningur%20til%20H.%20Mortensen%20fra%20J.%20Skorheim%20-%20Bakkaverju.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder